BARNAVERND
Hon hevur eina greiða støðu til málið. Og hon eigur at vita, hvat hon tosar um. Dagliga verður hon konfronterað við tørvin hjá børnunum í kommuni. Heili 80 virkin barnaverndarmál eru til viðgerðar. Hóast ikki øll eru úr somu skuffu, so eru tungar sakir ímillum, sum rópa eftir serkønari og ábyrgdarfullari viðgerð.
Jancy Biskopstø Klein er leiðari á Sosialu Deild hjá Klaksvíkar Býráð. Áðrenn hon tók við starvinum, á sumri 2000, hevði hon starvast sum sosialráðgevi í Odense í nøkur ár.
? Eg má siga, at her í Føroyum arbeiða øll mestsum hvør í sínum lagi. Mín uppgáva er at fáa umsitingina at virka, men samstundis arbeiði eg innan fyri eitt óskipað øki og tingini hanga sjáldan saman. Ímeðan sosialmál í Danmark í stóran mun liggja úti hjá tí einstøku kommuni, so eru viðurskiftini nógv meira fløkt herheima. Og so haldi eg eisini, at tíðin langt síðani er farin frá politisk valdu barnaverndunum, har man ofta heldur velur penar borgarar enn óbúgvin fólk við fakligari vitan og førleika.
Jancy ásannar, at tað kann verða tungt at arbeiða, tá fólkini rundanum tað runda borðið ikki tosa sama mál. Ístaðin fyri at psykologurin, læknin og sosialráðgevin og onnur, sum hava rætta førleika skulu verja av og seta tiltøk í verk, so lata vit lagnuna hjá barninum upp í hendurnar á stýrimanninum, bókhaldanum og krambakvinnuni.
? Uttan at taka nakað frá teimum sum verða vald í barnaverndir kring landið, so meini eg heilt erligt, at hendan skipanin ikki tænir sakini hjá barninum. Eg skilji heldur ikki argumentið, tá tað verður sagt, at barnaverndirnar umboða tann menniskjaliga partin.
Ofta ána tey, sum eru vald í hesar nevndir, ikki hvat er best fyri barnið, og hvørjar lógarkarmar tey virka innanfyri. Tískil verða tiltøk bert sett í verk, tá støðan er serliga grell og farið er langt yvirum mark. Vit sløkkja kanska onkra hissini brand, men eru ikki nóg dugnalig at fyribyrgja, at eldur kemur í, sigur Jancy, sum í sínum yrki á Sosialu Deild ofta má smyrja seg við, at barnaverndir ikki altíð er samdar við tilmælum, sum fakfólk gera í einstøku sakunum, og at arbeiðið verður seinkað og tilvildarligt.
? Tað eru leikfólkini, tey sum manna barnaverndirnar, sum hava avgerðarrættin, men tað er langt frá altíð, at tey skilja ella góðtaka eitt tilmæli.
? Hetta er ikki meint persónligt, men eg haldi, at føroysk børn líða undir, at tey vaksnu ikki tora at taka støðu. Tað verður malið uttan um greytin, og ístaðin fyri at síggja trupulleikan í eyguni, so verður oftani tað blinda eygað vent til.
Ongin veit av hvørjum øðrum
Leiðarin á Sosialu Deild hevur ta meining, at børn, sum líða undir ágangi, vanrøkt og misnýtslu, nærum ongan góðan eiga sum veruliga loysur teirra trupulleika. Øll draga hvør sína línu, og tað manglar tvørfakligt samstarv. Og hóast kritikkurin hevur fleiri móttakarar, so er tað einamest sjálv skipanin, sum skal lastast fyri, at ov lítið spyrt burturúr.
? Eg haldi, at øll sum arbeiða við børnum, m. a. heilsusjúkrasystrar, pedagogar og lærarar eiga at leggja seg eftir at skilja tað einstaka barnið. Í skúlanum hugsar lærarin fyrst og fremst um at læra barnið at lesa og skriva, men gloymir heildina. Hvussu barnið hevur tað aftan á skúlatíð viðkemur ikki skúlanum. Og sannleikin gerst tí oftani, at børn gerast vaksin, uttan at nakar hevur reagerað ella sett ítøkilig tiltøk í verk. Skipanin loyvir, at ongin hevur ábyrgd, og at øll senda trupulleikan víðari, sigur Jancy Biskopstø Klein, sum heldur, at rætt og rímiligt var, at Sosiala Deild varð kunnað, tá ið eitt nú lærarar ella heilsusjúkrasystrar vita av børnum, sum vantrívast ella eru offur fyri ágangi og misnýtslu. Og hon sigur víðari:
? Tað sum eg meini er at innsatsurin og vitanin eiga at verður samskipað og hava ein ábyrgdara. Í løtuni er tað so, at løgregla, skúli og Sosiala Deild kunnu arbeiða við sama máli, uttan at vita av hvørjum øðrum.
Ein nýggj barnaverndarlóg er fyri stuttum farin til hoyringar. Jancy dylur ikki fyri, at hon er ein av teimum, sum tekur undir við, at barnaverndarøkið eigur at verða eitt kommunalt málsøki, har kommunan hevur ábyrgd av trivnaðinum hjá tí einstaka barninum. Í nýggja lógaruppskotinum verður tó mælt til, at økið skal verða ein landsuppgáva, men hetta er eftir hennara tykki eitt skeivt prinsipp.
? Eg haldi, at tað er uppgávan hjá kommununi at taka sær av teimum, sum búgva á staðnum. Og her í Norðoyggjum eiga vit hava tað mál, at vit skulu kunna tæna øllum borgarum, óansæð hvørji korini eru hjá tí einstaka.
Samfelagið svíkur
Jancy, sum hevur búð og virkað sum sosialráðgevi í Danmark, skilir væl tað fyrivarni, sum fólk annars hava í einum lítlum samfelag. At fólk ikki vilja leggja seg upp í viðurskifti hjá grannanum og næstringum. At fólk heldur vilja peika á trupulleikan enn at gerast partur av sakini.
? Eg haldi kortini ikki, at vit kunnu loyva okkum at vera líkaglað. Okkara mentan og trúgv byggir á næstrakærleika, men vit skáka okkum undan veruleikanum, sigur hon og vísur á, hvussu trupult tað er at finna pleygufamiljur til børn, sum hava eitt trygt og gott heim fyri neyðuni.
? Vit hava tað ótrúðliga gott í Føroyum, men kunnu kortini lýsa í fleiri vikur í bløðunum eftir plejufamiljum, uttan at nakar vísir áhuga. Fólk hava nóg mikið í sær sjálvum. Og soleiðis er støðan nógvastaðni í landinum.
Hóast føroyingar eru eitt ríkt fólk, har tey flestu hava yvirskot av plássi og matriellum ágóðum, so duga vit ikki serliga væl at taka okkum av hvørjum øðrum, tá ið veruliga á stendur, sigur Jancy Biskopstø Klein.
Hon hyggur at klokkuni. Tíðin er fokin avstað, og vit kundu helst prátað eina góða løtu afturat.
Hví tað framvegis ikki er nakað starv sum psykologur í kommununi. Og hví onki ítøkiligt er komið burturúr tosinum um at seta ein sosiráðgeva afturat. Um bíðilistan hjá dagrøktini, barnagarðar og familjuráðgeving. Men tíðin er komin hjá leiðaranum á Sosialu Deild at hugsa um sítt egna barn, sum bíðar í dagrøktini.