Vit ætlaðu at fáa meiri

Starvsmannafelagið hevði valið ímillum pest og kolera, men formaðurin staðfestir, at Føroya Arbeiðsgevarafelag er ikki búgvið til at hugsa langt


Verkfallið


- Hetta var tað, vit kundu fáa. Men vit ætlaðu at fáa meiri.
Gunnleivur Dalsgarð, formaðurin í Starvsmannafelagnum, er ikki meiri enn hampiliga væl nøgdur við semjuna, sum hann gjørdi í nátt við Føroya Arbeiðsgevarafelag um teir 200 limirnar hjá Starvsmananfelagnum, sum arbeiða hjá Føroya Tele og sum hava verið í verkfalli í góðar tvær vikur.
- Vit høvdu valið ímillum at góðtaka eina semju, sum ikki gav okkum tað vit vildu hava, ella at halda fram við verkfallinum. Og vit mettu, at sum støðan er, fingu vit líka nógv burturúr at skriva undir, sigur hann.
 
Kravdu 12 og fingu 9
Starvsmannafelagið hevði sett sum treyt fyri at gera ein fýra ára sáttmála, at lønarhækkingin varð 12% tilsamans.
Men nú endaði tað við einum sáttmála, sum er trý ár og 10 mánaðir og sum gevur eina lønarhækking upp á 9%.
- Umframt hesa lønarhækkingina, eru eisini ymsar umflokkingar, sum eisini geva eina lønarhæking so tilsamans er talan um eina lønarhækking upp á 9%.
- Men í semjuni stendur eisini, at um tvey ár skal sáttmálin endurskoðast. Tá skulu vit hyggja at gongdini í samfelagnum og lønargongdini og eru fortreytirnar broyttar, skulu vit samráðast um lønirnar av nýggjum. Tað er ein avtala, har partarnir í sínamillum álitið og ábyrgd fyri hvørjum øðrum skulu eftirmeta lønarhækkingarnar um so er, at gongdin í samfelagnum broytist.
 
Ikki búnir at hugsa langt
Formaðurin í Starvsmannafelagnum ásannar, at talan hevur verið um sera torførar samraðingar,
- Tað,sum serliga gjørdi samráðingarnar torførar, er, at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki hugsað so nógv um at fáa ein góðan sáttmála fyri Føroya Tele. Felagið hevur hugsað meiri um at leggja eitt støðið fyri tær komandu samráðingarnar, sum vera og tí var tað sera torført at koma longri. Tí halda vit ikki, at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur røkt áhugamálini hjá Føroya Tele, men hevur hugsað meiri um síni egnu áhugamál í komandi samráðingum.
- Tí kann eg eisini ærliga viðganga, at vit fingu ikki tað burturúr, vit høvdu ætlað. Men vit hildu, at tað var neyðugt at fáa enda á hesum verkfallinum og tí endaði tað við hesi semjuni.
Kortini heldur Gunnleivur Dalsgarð, at hesar samráðingarnar vísa, at arbeiðsgevararnir eru ikki búnir til at hugsa langt.
-Teir eru ikki komnir so langt, at teir duga at síggja, at tað eigur at kosta eyka at tryggja arbeiðsfriðin í eitt longri áramál.
Tí vil Gunnleivur Dalsgarð ikki longu núj siga um Starvsmannafelagið er sinnað at gera fleiri sáttmálar, sum ganga útyvir tey vanligu tvey árini.
Men hann sigur, at tað kemur ikki upp á tal, at hesin sáttmálin skal brúkast sum grundarlag fyri teimum komandi samráðingunum.
- À teimum komandi samráðingunum fara til at hyggja eftir støðuni, sum tá er í samfelagnum.
 
Provokerandi
Annars heldur formaðurin í Starvsmannafelagnum, at tað var ótrúliga provokerandi av leiðsluni í Føroya Tela at kunngera mitt í verkfallinum, at felagið fór at taka spurningin upp við atliti til at tryggja, at fyritøkan ikki var so viðbrekin framyvir, at hon kundi leggjast partvís lamin av verkfalli.
Ein máti kundi verið at byoytt arbeiðsuppgávurnar á Føroy Tele.
- Eg taki hetta ikki meiri enn sum eina frustratión, men eg haldi, at hesar frustratiónir skuldi heldur verðið vendar ímóti arbeiðsgevarafelagnum, tí tað felagið hevur ikki røkt áhugamálini hjá Føroya Tele.
-Og tað er í øllum førum greitt, at arbeiðsviðurskiftini kunnu ikki broytast uttan við góðkenning frá Starvsmannafelagnum, sigur Gunnleivur Dalsgarð.