Vit steðgaðu ikki Saksabergi

- Men landsstýrið hevur ikki givið skipum loyvi til at trola eftir sild á hesum leiðum, tí vandi er fyri, at uppíblanding verður av smáum upsa og øðrum fiskasløgum, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður

Sild

Herfyri fekk Saksaberg nakað av sild við nót á Sandoyarbankanum.
Teir gjørdu nakrar túrar, har teir fingu upp í eini 50 tons á teimum fyrru túrunum.
Fiskirannsóknarstovan kannaði sildina, sum skipið legði upp í Kollafirði, og kanningarnar vístu, at umleið 1/3 av veiðini var norðhavssild, sum gýtir um várið og 2/3 hetlandssild, sum gýtir um heystið.

Spenningur

At norðhavssild var uppi í veiðini á Sandoyarbankanum fekk menn, sum eiga pelagisku skipini og teir, sum eru við hesum skipum, at gerast spentar, tí kanska var hetta ein ábending um, at norðhavssildin er í ferð við at taka uppaftur gamla ferðamynstrið.
Og tað er júst ferðamynstrið, sum er ein týðandi táttur ? og partvís ein stríðsspurningur - í tí býti av sildini, sum er millum strandalondini, har Noregi heldur seg fáa ov lítið í sín part.
Eftir at Saksaberg hevði borið við sildina á Sandoyarbankanum, ringdi ein nótaskipareiðari til Sosialin og helt fyri, at nú áttu føroyingar at sent hvørja "fjøl" út á bankan fyri at fáa staðfest hvussu nógv sild, talan er um á okkara leiðum.

Ikki steðgaður

Tað hevur verið sagt, at fiskiskapurin hjá Saksabergi varð steðgaður av landsins myndugleikum, men hesum vísir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, aftur.
- Vit hava valt at halda okkum til kvotuna av norðhavssild, men í hesum førinum lótu vit Saksaberg royndarfiska við nót. Tað hevur helst ikki loyst seg hjá teimum, tá ið veðrið gjørdist meira ruskut, og sildin stóð djúpt. Fiskiskapurin fjarðaði burtur, og tí fór Saksaberg aðrastaðni at royna.
Bjørn Kalsø viðgongur tó, at landsstýrið ikki hevur givið skipum loyvi til at trola eftir sild á hesum leiðum, tí vandi er fyri, at uppíblanding verður av smáum upsa og øðrum fiskasløgum.
- Tað hevur verið eitt ávíst trýst frá pørtum av vinnuni at sleppa at trola eftir sild, men hetta hava vit so higartil ikki givið loyvi til, sigur landsstýrismaðurin í stuttari viðmerking.
Sosialurin royndi í gjár at fáa eina viðmerking frá Jákupi Jacobsen, reiðara á Saksabergi, men hann sat á fundi, tá ið vit frættu úr Gøtu.