Vit spæla fyri møguleikanum

Fótbóltur: Venjarin hjá litaviska landsliðnum var ovurfegin um, at tað hevði eydnast hansara monnum at fáa øll stigini

Hann sá út sum um hann ikki var heilt álvuligur við at tosa við føroysku pressuna, og at hann ikki metir seg sjálvan sum nakran stóran venjara, hóast liðið hjá honum framvegis hevur møguleika at spæla seg í EM endaspælið komandi summar. Tá Kestutis Latoza, venjarin hjá litavska landsliðnum, var á veg inn á tíðindafundin og kom í fylgi við Allan Simonsen, gav hann einum av fylgdarmonnunum hjá sær fototólið og spurdi kurteisliga venjaran hjá føroyingum, um tað hevði verið møguleiki fyri, at ein mynd varð tikin av teimum báðum!


Viknaðir

Tá føroyska liðið í oktober í fjør var í Vilnius komu teir fyrra partin av fyrra hálvleiki í eitt sovorðið ódnarveður ? altso hvat fótbóltsspælinum viðvíkur ? sum teir hvørki fyri ella síðani hava verið í.

Tað var meiri ella minni ódnarveður í Føroyum mesta partin av mikudegnum, men tað var bara í 1. hálvleiki, at tað kendist eitt sindur ófantaligt á Tórsvølli.

Føroyingar komu ongantíð í nakað fótbótlsligt ódnarveður:

? Liðið hjá okkum var veikari hesa ferð, enn tað var fyri einum ári síðani, tí onkrir av bestu spælarunum hjá okkum eru skaddir hesa ferð. Vit vóru væl greiðir yvir, tá vit fóru til Føroya, at hetta fór at vera sera torført. Tað vistu vit út frá tí, sum vit upplivdu í fjør og eisini út frá tí, sum vit hava sæð føroyska liðið gjørt í ár, fyrst móti Bosnia og Skotlandi og so í dystinum leygardagin móti Estlandi. Tí dystinum hava vit hugt eftir, tá ið vit fyrireikaðu okkum, og hetta sannførdi okkum um, at vit skuldu leggja varðliga fyri, greiddi litaviski venjarin frá.


Vindur og regni

bilti ikki

Var veðrið tykkum til serligan ampa?

? Regnið var ikki øðrvísi, enn tað var, tá vit spældu móti føroyingum í Vilnius, og eg haldi ikki, at vindurin bilti nakað.

Tit hava framvegis møguleika at sleppa upp í part í endaspælinum?

? Úrslitið millum Estland og Skotland í dag var málleysur javnleikur, og tað passar okkum so sera væl. Vit hava framvegis ein møguleika, men vit skulu spæla í Skotlandi, og tá má metast, at tað verður heimaliðið, sum verður stórfavorittur, men vit fara at gera okkara besta, segði litaviski venjarin, áðrenn hann leitaði aftur til liðfelagarnar hjá sær.