Tá ið barnaansingarøkið eftir øllum døma verður lagt út til kommunurnar at umsita eftir árslok, sleppa kommunurnar í nógv størri mun enn nú at gera av, hvussu økið verður skipað. Forkvinnan í Føroya Pedagogfelag, Carita Bjørklund, hevur í hesum sambandi víst á ein vanda, ið kann standa av hesum. Í samrøðu í blaðnum fyri trimum vikum síðani vísti hon á, at tað er sera vandamikið, at kommunurnar yvirtaka ansingarøkið, áðrenn lógarkarmur er gjørdur sum ásetur, hvørji krøv skulu vera galdandi á økinum. Tí so leingi eingin lóggáva er, er vandi fyri, at børn fáa ymisk námsfrøðilig tilboð alt eftir, hvar tey búgva í landinum.
Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, metir ikki, at nøkur orsøk er til stúran.
- Tær kommunur, ið hava hug at seta barnaansing á stovn uttan at fáa nakra fíggjarliga tilsøgn um stuðul frá landskassanum, eiga at sleppa at fara undir uppgávuna. Úr almanna- og heilsumálastýrinum fáa tær at vita, at tær skulu útvega sær øll neyðug loyvi sambært lóg. Landsstýrið kann ikki sum støðan er koma inn sum góðkennandi myndugleiki, tí tað merkir, at landskassin so skal rinda part av rakstrinum. Og hesar pengarnar hava vit ikki.
- Hava kommunur fíggjarliga orku, leiðbeina vit tær um, hvussu tær skulu fara fram. Lógloysi valdar als ikki á økinum. Sjálvsagt hevði verið betri, um barnagarðslógin var komin í gildi, men vit arbeiða við henni nú. Hon ásetur fysisku og innihaldsligu karmarnar, sum skulu galda á øllum dagstovnum, og hvørjar aðrar treytir annars skulu vera galdandi. Eg stúri als ikki fyri, at støðið á dagstovnunum í Føroyum lækkar, tí kommunurnar fáa ábyrgdina av barnaansingarøkinum. Tað hevði verið at víst teimum eitt stórt misálit, men eg vil kortini tryggja, at vit framhaldandi hava eitt trygt, gott og høgt støði. Tí gera vit eina barnagarðslóg, sigur Helena Dam á Neystabø.