? Vit skulu tora at spæla

Í kvøld klokkan 19 fer NSÍ at spæla sín fyrsta dyst í evropeiskum fótbólti nakrantíð. Mótstøðuliðið er norska felagið Lyn, sum kropsliga er sera væl fyri

Jógvan Martin Olsen og hansara menn hava lagt seinastu hond á fyrireikingarnar undan UEFA Cup dystinum ímóti Lyn á Svangaskarði í kvøld. Lykilin til eitt gott úrslit er, at NSÍ leikararnir skulu tora at spæla fótbólt.
? Vit skulu tora at spæla fótbólt. Tað er vónleyst at fara inn at berjast ímóti norðmonnum, tí teir eru sterkari og betri fyri kropsliga enn vit, sigur Jógvan Martin Olsen, sum hevur góðar vónir til dystin.

Fullmannaðir
Hjá NSÍ eru allir mans tøkir til dystin, og tað er óivað tørvur á øllum kreftum til dystin í kvøld.
Nýggi leikarin Karsten From verður ikki við, tí at hann longu hevur spælt ein Evropa Cup dyst í hesum kappingarárinum, og tað er ikki loyvi at spæla við fleiri liðum í evropeiskum kappingum í sama kappingarári.
? Kropsliga eru teir sera væl fyri, og teir spæla tann vanliga norska fótbóltin við nógvari ferð. Tekniskt eru teir ikki serliga góðir, og liðið leggur seg ikki eftir at spæla kombinatiónsfótbólt, sigur Jógvan Martin um mótstøðuliðið.
Lyn fær nógv mál eftir deyðbóltar, og tí skulu runavíkingar vera væl fyrireikaðir til slíkar støður.
Jógvan Martin vísir á, at føroysk lið ofta eru ókonsentrerað í slíkum støðum. Sum dømi vísir hann á dystin hjá HB ímóti FBK Kaunas á Tórsvølli, tá HB verjan varð tikin á bóli eftir ein vanligan deyðbólt.

Eitt felag í kreppu
Lyn endaði á øðrum plássi í undanfarna kappingarári, og soleiðis eydnaðist tað at koma við í UEFA Cup.
Í ár hevur úrtøkan tó verið væl lakari. Liðið liggur á triðaftasta plássi í Tippeligaini, og tað hevur havt við sær, at bossarnir í felagnum hava skorið nógv niður í fíggjarætlanini hjá felagnum. Hetta hevur skapt órógv í felagnum, og hetta tykist at ávirka leikararnar á vøllinum.
Í seinasta dystinum tapti Lyn 2-0 ímóti besta norska felagnum, Rosenborg. Bert átta minuttir vóru eftir at spæla, tá Rosenborg fekk hol á.
Millum størstu profilarnir í Lyn er Steven Lustü, sum vit kenna frá Herfølge, har hann saman við Jákupi Mikkelsen vann danska meistaraheitið. Aðrir kendir leikarar eru áleyparin Helgi Sigurðsson, sum spælir við íslendska landsliðnum, og miðvallarin Jan Derek Sørensen, sum áður hevur spælt við týska stórfelagnum Borussia Dortmund.