Føroyskir myndugleikar skulu sjálvir gera av, hvørjir útlendingar skulu sleppa at búgva í Føroyum.
Tað er endamálið við einum uppskoti, Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, legði fyri Løgtingið herfyri.
Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum hevur nú eisini viðgjørt málið og sostatt er tað nú eisini greitt, at umboðini fyri samgonguna nevndini, taka undir við ætlanini.
Hinvegin siga Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, og Magni Laksáfoss, uttanflokkatingmaður, at teir taka ikki støðu, fyrr enn Løgtingið skal atkvøða um málið.
Men Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, tekur ikki undir við uppskotinum, tí hann heldur, at tað er betri at brúka peningin í heilsuverkinum.
Endamálið við uppskotinum er at føroyskir myndugleikar yvirtaka heimildina at taka avgerðir ií ávísum málum um uppihald hjá útlendingum í Føroyum.
Fyri at nevna nøkur dømi, skulu føroyskir myndugleika heimild at taka avgerðir í málum um uppihaldsloyvi til útlendingar, sum áður hava havt danskan heimarætt, og í málum, har útlendingar søkja um uppihaldsloyvi, tí teir hava familju í Føroyum, eitt nú hjúnfelaga ella samlivandi. Hetta er tað, sum ofta verður kallað familjusamanføring.
Føroyskir myndugleikar skulu eisini taka avgerðir um uppihaldsloyvi, til útlendingar, sum ætla sær higar at arbeiða og í starvsvenjing, ella, sum koma higar sum arbeiðsgentur.
Føroyskir myndugleikar skulu eisini taka avgerð í málum um uppihaldsloyvi til útlendskar trúboðarar og lesandi, og í ymsum øðrum viðurskiftum.
Hetta fer at føra eina útreiðslu til lønir upp á 1,8 milliónir, og sostatt fer játtanin til Útlendingastovuna upp í slakar 5,4 milliónir.
Men afturat koma so útreiðslurnar, sum standast av at yvirtaka málið og tað fer væntandi at kosta tvær milliónir.