Óluvá Klettskarð
-------
Í næstum verður nýggj miðnámsskúlaskipan sett í verk. Hvussu henda fer at síggja út er eitt stórt dulsmál, bæði fyri teimum, ið starvast í skipanini, og fyri fólki sum heild.
Í fleiri ár hevur verið arbeitt við einari nýggjari miðnámsskúlaskipan. Tað var meðan Jógvan á Lakjuni sat sum landsstýrismaður í mentamálum, at Mentamálaráðið setti sær fyri at umskipa alt miðnámsskúlaøkið og binda tað betur saman við fólkaskúlan. Nú skuldi føroyingar endiliga fáa eina heimagjørda ætlan, ið var lagað okkara egnu viðurskiftum. Fleiri enn fimmti bólkar hava sitið og snikkað uppskot til, og lærugreinabólkar umboðandi bæði fólka- og miðnámsskúla hava skrivað lærugreinakunngerðir. Hetta arbeiðið skuldi bæði vera vegleiðandi fyri ráðið, men eisini gerast kunngerðirnar hjá lærugreinunum –útgangsstøðið, sum alt frálæruarbeiðið er grundað á.
Tillaging til hvat?
Bólkarnir hava herfyri latið síni avrik inn, og eftirfylgjandi arbeiðið er farið í gongd. Men nú er vent í holuni, og fakfólkini, ið starvast fyri MMR í hesum arbeiði, kenna ikki longur sítt arbeiði aftur. Tillagingar eru nú gjørdar, og fakfólk á økinum sett til viks. Var hetta til tað betra, tænti tað útbúgvingarskipanini ella kunnleikastøðinum, ungdómi landsins, so var onki at vera tykkin um. Men trupulleikin er, at tillagingin er tillagað ókend viðurskifti.
Hvagar gongur leiðin
Nú skal sigast, at fortreytirnar fyri arbeiðinum ongantíð hava verið lýstar. Alt arbeiðið er gjørt, uttan at hvørki faklærarar, næmingar ella Føroya fólk hava fingið nakað at vita um, hvat endamálið við reforminum er. Skulu lærarar okkara gerast dugnaligari, eiga teir at leggja á annan bógv, so vit gerast eins framkomin og onnur, skulu teir dagførast? Ella eru krøvini broytt til víðari lesnað, sum vit sjálvandi eiga at laga okkum eftir? Ella er kunnleikastøðið ov lágt –skulu vit lyftast, eins og norðmenn hava sett sær fyri? Hvat er endamálið við reforminum? Hetta er ongantíð orðað, ið hvussu er ikki hart ella alment. Eitt ráð hevur sett sær fyri at broyta alla miðnámsskúlaskipanina, og einasta endamálið, ið er komið til sjóndar, er at gera lógararbeiðið einfaldari!
Og hetta snýr seg um vitan, um framhaldslestur, um eina skipan, har vit helst skulu hava omanfyri 90% av ungdómi okkara ígjøgnum. Eitt so fátæksligt endamál kann bert geva eitt líka so fátæksligt úrslit –tíverri!
Bara lúsin útlendsk er
Men uppaftur verri er, tí nú er farið at prutla undir lokinum, síðan Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara alment talaði at, at felagið púrt onki fekk at vita, og enn minni slapp at vera partur av arbeiðinum: Tað frættist, at tað verða uppgávur úr Danmark, tann føroyski ungdómurin skal sita við til próvtøku!
Verða tað danskar uppgávur, so skilji eg betur, at tillagingar eru neyðugar. Tí tað verður Tina Nedergaard, ið skal gera av, hvat vit fáast við og hvussu. Hetta er ikki ókent fyri okkum, tí herfyri var Bertil Haarder farin at halda, at danskur ungdómur var dovin og repiteraði ikki nóg nógv. Umgangandi komu boð út á skúlarnar í Føroyum, at føroyski ungdómurin fekk styttri lesifrí til próvtøku. Skulu uppgávurnar verða á donskum, hví skulu føroyingar so gjalda í dýrum dómum fyri arbeiðið, ið kundi verið fingið úr Danmark? Hví umseta vit ikki bara danska reformin?
Nú vóni eg, at hetta bert er óndsinnað slatur ella misskiljing, tí vit hava í nógv ár gjørt egnar uppgávur á flestu økjum, hóast MMR á summum økjum krevur “eftirliti” frá donskum serfrøðingum og enn bíleggur danskar uppgávur á summum økjum.
Vit duga sjálv
Eg vóni inniliga, at landsstýriskvinnan í mentamálum er so mikið at sær komin, at hon sær, at ungdómur okkara eigur náttúrubornan rætt til at arbeiða út frá egnum fortreytum og ikki donskum. At hon sær, at tað er alt annað enn heppið at flyta vitanartunga vinnu av landinum - einaferð enn.
Latum okkum vóna, at tað hevur hjálpt, at YF hevur talað at hesi mannagongd. Tí í felagnum húsast tey, ið dagliga fáast við vitan og ungdóm –tey hava fakligu vitanina og bestu fortreytir fyri at vera við í arbeiðinum at gera av, hvussu hesi viðurskifti áttu at verið skipað. Tí tungur er tigandi róður....