Vit skulu prógva, at børn lurta eftir útvarpi

- Gott undirhald fangar børn. Vit miða ímóti, at barnasendingarnar eru lættar, og at børnini sjálv koma væl fram í sendingunum. Vit skulu prógva, at børn lurta eftir útvarpi, og at barnasendingar kunnu vera áhugaverdar fyri øll fólk, siga vertirnir í nýggju Barnaløtuni í útvarpinum, Katrin Nolsøe Joensen og Jonna Olsen

Síðsta góða mánaðin hava tær fyrireikað nýggju Barnaløtuna í Útvarpi Føroya, og gjáramorgunin fór hon av bakkastokki. Jonna Olsen og Katrin Nolsøe Joensen, ið báðar eru útbúnar lærarar og sum síðsta vetur gjørdu sendingina Fríkorterið, vera at hoyra í Barnaløtuni hvønn dag í vetur. Hvønn morgun frá kl. 7.15 -7.30, og leygar- og sunnumorgun, ávikavist frá 10.10 til 11.00 og kl. 10.05 til 10.30.

Fyrri parturin av leygarmorgunssendingini verður bæði fyri foreldur og børn, har evni, ið hava áhuga hjá báðum verða tikin upp. So sum happing, lús, og sorg. Seinni parturin verður meiri undirhald. Sunnumorgun verður tónleikur sett til bíbliusøgur.

Barnaløtan verður eisini mánakvøld, frá kl. 19 til 19.30. Tá verða ljóðleikir og ljóðmyndir at hoyra. Hesi minna ikki sørt um Søguskrínið, fløguna við søgunum, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út fyri stuttum.

- Vit miða ímóti, at morgunsendingarnar eru lættar, og at børnini sjálv koma væl fram í sendingunum. Vit fara at spæla góðan, føroyskan barnatónleik, sum vit halda hevur vantað. So hava vit prát við børnini um sangin og annað í tí sambandi. Børnini, bæði barnagarðs- og skúlabørn skulu fram í sendingini, sigur Katrin Nolsøe Joensen.


Út um landið

Barnaløtan fer at gera nógv burtur úr at ferðast runt landið og práta við børn. Tær hava longu verið í Suðuroy, Eysturoynni, Vágum, og Klaksvík, haðani tær hava gjørt innsløg.

- Vit fara at spjaða okkum meir um landið, enn barnasendingarnar í útvarpinum higartil hava gjørt. Hvønn mánað skulu vit hoyra børn ymsa staðni frá. Tá ið tað kemur til søgur og evni, hava børn somu áhugamál, uttan mun til, hvar tey búgva. Vit fara ikki at taka evni upp, sum bara hava áhuga hjá einum ávísum parti av børnunum, sigur Katrin Nolsøe Joensen.

Fríggjamorgun er sendingin opin, har børn siga frá onkrum stuttligum, uttan at tónleikurin ræður. Sendingarnar leygarmorgun vera reint undirhald fyri børnini. Jákup Weihe og onnur eru í holt við at gera eitt innlegg, sum eitur Leitar og Finnur, sum er um tveir detektivar. Týsmorgun verður Gismundur eisini í útvarpsstovuni. Hann er ein vera, sum fer at svara spurningum og brøvum, og børnini kunnu senda tekningar inn til hansara. Speiskur kann hann vera, hann hugsar væl øðrvísi enn vit onnur, og setur spurnartekin við ymiskt, ið vit øll kenna. Hann býr í útvarpinum, men hvaðani hann er komin, vil hann ikki siga.


Prógva at tað ber til

Jonna og Katrin hava ikki nakra fyrimynd til sendingarnar.

- Vit fara at royna at prógva, at børn lurta eftir útvarpi, og at barnasendingar kunnu vera áhugaverdar fyri øll fólk. At børn ikki fáa alt inn visuelt, men læra og tíma at lurta eftir útvarpi.

Tað er ein sannroynd eftir øllum at døma, at børn tíma ikki so væl at lurta eftir barnaútvarpi sum barnasjónvarpi.

- Barnaútvarpið er í nógv ár gjørt av nógvum fólki, ið ikki hava havt sítt fasta starv í útvarpinum. Og tað hevur eisini verið eitt sindur tilvildarligt, nær sendingar hava verið, og hvat hevur verið á skránni. Skalt tú fanga børnini, skulu sendingarnar vera fastlagdar neyvt, og somu fólk skulu gera sendingarnar, sigur Katrin Nolsøe Joensen.

Hvat fangar børnini?

- Sendingar, sum hava gott undirhaldsvirði, har vit tala til hugflogið, sum til dømis ljóðleikir og góðar søgur, ið verða dramatiseraðar. Góður tónleikur og ein góð søga við effektum fanga.

Barnaløtan hevur ein stóran kappingarneyta, sum er sjónvarpið, men vertirnir í Barnaløtuni halda ikki, at vit kunnu tosa um kapping.

- Vit kunnu ikki kappast við Likkulikkuleia. Sjónvarpið er altíð tendrað, meðan børnini hinvegin skulu læra at lurta eftir útvarpinum.

Vertirnir í Barnaløtuna hava kannað marknaðin, áðrenn tær fóru undir at gera sendingarnar.

- Vit hava tosað við nógv børn, funnið fram til, nær á degnum sendingarnar eiga at verða sendar, og hvat tey vilja hoyra.

Tær vóna, at sendingarnar fara at vekja áhuga hjá so nógvum sum til ber. Aldursbólkurin er øll børn upp til og við sætta/sjeynda flokk.

Morgunsendingarnar, sum ikki bert eru fyri børn, men ikki minst fyri foreldur teirra, verða endursendar kl. 18.00 hvønn yrkadag. Tær á Barnaløtuna vóna at fáa eitt gott samskifti í lag við dagstovnar, lærarar og onnur, har tey kunnu boða frá, hvat tey ynskja, sendingarnar skulu innihalda.