Vit skulu lata upp so nógv sum gjørligt

Fleiri borgarligur flokkar í Danmark vísa á, at tað meira er ein spuringur um, hvat skal haldast afturlatið enn opið.

Politikararnir eiga at venda korona-kjakið á høvdið.

Tað halda fleiri av borgarligu flokkunum í Danmark, nú farið verður undir samráðingarnar á Marienborg um næstu stigini í at lata upp Danmark aftur.

Fleiri av flokkunum vísa á frágreiðingina hjá Statens Serum Institut, sum varð løgd fram í gjár. Har meta serfrøðingarnir, at koronafarsóttin fer at doyggja út í Danmark, hóast meira verður latið upp.

Formaðurin í Danska Fólkaflokkinum, Kristian Thulesen Dahl, heldur einki forða fyri, at so nógv sum gjørligt verður latið upp, um tilmælini verða hildin um frástøðu og spritting.

– Eg vildi havt, at vit venda tí á høvdið, so um vit siga við fólki, at um vit lúka treytirnar, so kunnu vit hava opið, sigur hann.

Tað sama sigur foramðurin í Konservativa Fólkaflokkinum, Søren Pape Poulsen. Heldur enn at kjakast um, hvat skal lata upp, so eiga politikararnir bert at hugsa um, hvat skal vera stongt, heldur Søren Pape Poulsen.

– Tað tekur ikki nogvar minuttir at finna út av, hvat skal latast upp. Latið okkum bara siga, at alt skal lata upp og so gera ein lista við tí, sum skal haldast afturlatið, sigur Søren Pape Poulsen.

Hann vísir á, at sjúkrahúsini eru langt ífrá at vera ovbyrjað.

Pernille Vermund, forkvinna í Nye Borgerlige sakarn eisini eini greiða upplating eftir lágu smittutølini og talið av innløgdum.

– Av búskaparligum ávum eiga vit at taka ábyrgd og lata upp. Vit kunnu ikki átaka okkum ábyrgdina fyri at gera Danmark fátækari og fátækari dag frá degi, sigur Pernille Vermund.

Tað heldur Alex Vanopslagh, formaður hjá Liberal Alliance:

– Vit skulu lata so nógv upp sum gjørligt. Útgangsstøðið hjá okkum er, at alt kann lata upp. So mugu vit síggja, hvørji undantøk skulu gerast, sigur hann áðrenn samráðingarnar á Marienborg í morgin.

Hann heldur eisini at týsk og norsk ferðafólk eiga at sleppa at halda summarfrí í Danmark. Men hesum er Dansk Folkeparti tó ímóti.

Floksleiðararnir vísa hinvegin á barrir, diskotek og konsertir sum nøkur av teimum støðum, sum helst ikki eiga at lata upp enn.

Formaðurin í Vinstra, Jakob Elleman-Jensen, vil eisini at lata tað upp, um kann fáa sum mest frerð á búskaparligu hjólini. Hann sigur eisini avgjørdur, at er tað heilsufakliga kemur í fremstu røð.

– Tað fyrsta og týdningarmesta er, at tað er heilsufakliga í ordan. Og so skulu vit lata upp har, sum felst fólk koma aftur til arbeiðis, sigur Jakob Elleman-Jensen.

/ritzau/

 

Stjórnin og floksleiðarar hittast til endaligu samráðingarnar um næstu stigini at lata upp Danmark á Marienborg. Fleiri borgarligir flokkar vilja lata sum mest upp. - Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix