Poula Eidesgaard
----
Vit skulu ikki vera tvungin at skrumbla við børnum, tá ið tey eru í barnagarði. Vit skulu hava fyrireikingartíð, at geva teimum ein enn betri gerandisdag og eina betri framtíð. Dagstovnarnir eru karmurin um barnaárini. Børn eru í meðal umleið 7 tímar á stovni hvønn dag, børnini eru eins nógv á stovni, sum tey eru saman við foreldrunum í gerandisdegnum og tí hevur tað alstóran týdning, at tíðin á stovni er mennandi, optimal og ikki bert ein ansingaruppgáva. Tað eru vit øll samd um, bæði foreldur, arbeiðsgevarar og starvsfólk á barnagørðunum.
Tá hesi somu børn gerast 7 ár, fáa tey, sum tá eru um tey, lærararnir, 13 tímar í fyrireikingartíð um vikuna. Hetta er neyðugt fyri at børnini kunnu fáa røttu undirvísingina og menningina. Hesar umstøður hava børn ikki undir skúlaaldri. Vit eru fullkomiliga samd við lærarunum um, at fyrireikingartíðin er neyðug, ikki bara í skúlaaldri, men minst líka nóg fyri børn undir skúlaaldur.
Uppgávurnar eru tær somu, um barnið er í barnagarði ella í skúla. Mentamálaráðið hevur sett út í kortið, at námsætlanin er galdandi fyri øll børn, úr vøggustovu til 10 flokk ella fyri børn í aldrinum 0-18 ár. Námsætlanin er teir setningar, sum vit arbeiða eftir. Námsætlanin er løgd fyri at áseta hvat børnini skulu kunna, tá ið tey fara í skúla og tað tey skulu kunna, tá ið tey fara úr skúla og inn í vaksna lívið.
Vit skulu ikki vera tvungin at skrumbla við børnum!
Hví skulu so bert nøkur fá, fáa hesa fyrireiking og onnur slet ikki fáa nakað. Málslig menning er ein av lærusetningunum í námsætlanini, arbeiðið við hesum málsetningi er øðrvísi í 5 árs aldrinum, í 8 árs aldrinum og ella í 13 ár aldrinum, tó krevur hetta fyrireiking fyri at náa málinum, óansæð aldur.
Vit kunnu ikki fara aftur at ansa børnum. Í dag er ein dagstovnur, ein menningarstovnur við krøvum um menning á øllum økjum.
Vit eru ikki bert inni á stovuni og arbeiða. Tað er nógv arbeiði, ið liggur uttan fyri stovuna og tað eru hesar tímarnir, vit mugu hava inn í sáttmálan, at vit eiga tíð til fyrireiking.
Tað vildi verið tað sama sum at alt nevndararbeiði í løgtinginum gekk fyri seg meðan tingfundur varð hildin. Øll vita, at hetta ber ikki til. Ella at nevndararbeiði í býráðnum varð fingið frá hondini, meðan býráðslimirnir sótu á býráðsfundi.
Vit skulu ikki vera tvungin at skrumbla við børnum!
Børn eru ein stóran part av barnaárinum á dagstovni og hetta krevur, at vit hava nakað at bjóða teimum. Innihaldið er væl orðað av landsins myndugleikum og tí er tað ófatiligt, at teir ikki ynskja at geva okkum hesa fyrireikingina til at útinna tað arbeiði, ið er lógarfest í dagstovnalógini og mennigarætlanum.
Hvat er grundgevingin fyri, at vit ikki skullu hava fyrireikingartíð, til at gera okkar arbeiði?
Komi tit, arbeiðsgevarar við einari sakligar grundgeving fyri hví, ver erligir. Vit hava ikki hoyrt grundina enn.
Hvat er munurin á, um hetta er áðrenn skúlaaldur, krøvini eru tey somu til okkara á dagstovnaøkinum.
Sakligt merkir erligt, gevi okkum eina erliga grundgeving fyri, hví vit ikki skulu hava fyrireiking.
Vit leggja grundarsteinin undir menningina hjá barninum á dagstovninum. Hetta er altavgerandi fyri skúlabyrjanina og víðari menningina í skúlanum og til tað vaksna lívið.
Hví skulu vit ikki hava tíð at fyrireika okkum til tað.
Hvat er tað fyri ein prioritering vit eru vitni til. Flestu av okkum eiga børn, ommu og abbabørn, hvat er tað fyri eitt samfelag sum leypur upp um, har garðurin er lægstur, tá ið tað kemur til at geva okkara yngra ættarliði góð kor at vaksa upp í. Hetta kunnu tit ikki vera bekendtir við. Børnini klára ikki at svara fyri seg enn, heldur ikki tey sum búgva á stovnum, eru á vardum verkstøðum og øðrum pedagogiskum støðum.
Vit skulu ikki vera tvungin at skrumbla við børnum!
Tí er okkara verkfall ikki bert eitt verkfall um meg og tykkum sum standa her. Hetta er eitt verkfall fyri okkara yngra ættarlið. Vit eru øll rakt av verkfallinum, um vit eru í Føroya Pedagogfelag, Føroya Arbeiðsgevarfelag ella onkrum øðrum. Vit hava øll ábyrgd av okkara børnum, sum eru framtíðar Føroyar.
Hetta er ein menniskjaligur spurningur, sum vit seta krónur og oyru á. Børnini eru nógvar krónur verdar, tey eru landsins framtíð.
Læt okkum tí fara til arbeiðis aftur, vit hava nógv at gera og longu nú er nógv arbeiði niðurfyri, møguliga lønarmissur fyri okkum í Pedagogfealgnum, foreldur sum ikki sleppa til arbeiðis og brúka feriu og annað til at vera saman við børninum nú.
Læt okkum taka samráðingarnir uppaftur, tí enn er ongin saklig grundgeving komin fyri, hví vit ikki skulu hava fyrireikingartíð, og vænti ikki at tað finst nøkur saklig grundgeving fyri hesum. Arbeiðsgevarar, hava tit eina sakliga grundgeving, vilja vit lurta, kom við henni Nú!
Vit skulu ikki vera tvungin at skrumbla við børnum!
Viðhvørt er tað so, tá tað er kampur, so gerst ov heitt partanir millum, og tá slitnar, vita partanir ofta ikki hvat tað var sum tey skeldaðust um, hetta er næstan sum við hús og onkur tykkara kennir til skeldarí heima, um tit eru erlig.
So blívur tað til eina prinsippsak at standa fast við sítt til annar parturin gevur upp og hvørgin er vinnari, øll eru tapari. Hetta er ein avoldað metoda, sum hevur til endamáls at gera hvønn annan skeivan fyri at fáa rætt. Hetta eigur at kunna gerast øðrvísi í 2012, har tey allar flestu av okkum hava verið á onkrum skeiði, og hoyrt um samskifið, samstarv og mekling.
Mítt ynski er, at partarnir sum skjótast fara aftur til samráðingarborðið og fáa orðað fyrireiking inn í sáttmálan og eina munagóða lønarhækkan, so fara vit øll til arbeiðis aftur og friður verður aftur á hesum sinni.
Takk fyri.