Læknar skulu melda – ella skulu teir tiga
Læknar skulu ikki niðurgera hvønn annan, soleiðis sum tað hendi í kjakinum um fosturtøku herfyri, heldur formaðurin í Læknafelag Føroya.
Hevur onkur lækni illgruna um, at onkur annar lækni brýtur lógina, vil eg mæla til, at málið verður meldar. Ger hann ikki tað, skal hann tiga.
Tað heldur Pál Weihe, formaður í Læknafelag Føroya. Felagið hevur havt aðalfund og har mælti formaðurin til, at læknar vístu starvsfelagssinni, heldur enn at niðurgera hvønn annan alment.
– Eg haldi, at vit eiga at royna at sleppa undan at niðurgera starvsfelagar sigur hann Og hann heldur, at orðaskiftið í summar um fosturtøkulógina er eitt dømi um hetta.
– Eitt, hann kann sipar til, er tað, Jenis av Rana segði við okkum á www.in.fo í august í ár, tá ið hann førdi fram, at lógin um fosturtøku er sum eitt lastik, ið kann tambast, akkurát sum hugburðurin hjá læknanum er.
– Kvinnur kunnu fáa fosturtøku av sosialum og heilsuligum orsøkum, men tað er ógvuliga ymiskt, hvat læknar leggja í tað og tí er tað eisini tilvildarligt, hvør fær fosturtøku, ella ikki, sigur hann.
Tað er ikki virðiligt, tí tær orsøkir, onkur lækni ikki heldur vera nóg góða orsøk til at fáa fosturtøku, kann ein annar lækni hinvegin tamba og loyva fosturtøku.
Pál Weihe sigur, at tá ið varð ivisáddir um, antin læknar altíð framdu fosturtøku innan fyri galdandi lógarmark.
Í hesum føri vil eg mæla til at melda slík mál til løgregluna, ella eftirlitsmyndugleikan, sum er landslæknin, ella at tiga, sigur Pál Weihe.
Okkara stóra avbjóðing er ikki at niðurgera hvønn annan. Læknar eiga ikki at finnast at hvørjum øðrum alment í slíkum politiskum málum, men tosa beinleiðis við hvønn annan um ivamál, ella at brúka eftirlitsmyndugleikan, heldur formaðurin í Læknafelagnum.
– Ikki sá fáir læknar hava verið politikarar eisini og eg fari at mæla teimum til at hugsa um, at tað kann vera trupult hjá almenninginum at vita, nær teir tosa sum læknar ella nær teir tosa sum politikarar.
Altso nær teir tosa grundað á læknaligar kunnleikar og royndir, og nær teir tosa grundað á politiska sannføring, sigur formaðurin í Læknafelagnum.
Yvirhøvur eru vit ein starvsbólkur, sum kikarin er settur á, og tí eiga vit at passa uppá hvønn annan og stuðla hvørjum øðrum, heldur enn at niðurgera hvønn annan, sigur Pál Weihe.
Okkara stóra avbjóðing er at ikki niðurgera hvønn annan í hesum starvi. Politikarum og miðlum dáma væl, tá tey kunnu fáa læknar at hava ymisk sjónarmið um t.d. talið av sjúkrahúsum.










