? Eg havi sett mær tað mál, at vit skulu hava í minsta lagi seks stig í hesi undankappingini. Tað eru avgjørt møguleikar at fáa stig á heimavølli móti Litava og Íslandi, og møguliga kunnu vit fáa meira burturúr, sigur ein bjartskygdur Henrik Larsen.
Fyrsti dysturin hjá nýggja venjaranum er ein venjingardystur móti Liktinstein 21. august. Síðani kemur Skotland til Føroyar 7. september. Í oktober skal landsliðið spæla ímóti Litava og Týsklandi á útivølli.
Todi við aftur
Henrik Larsen hevur longu boðað frá, at hann fer at gera eina roynd at fáa Toda Jónsson við aftur á landsliðið.
? Tað hevði verið synd, um Todi ongantíð kom við aftur á landsliðið, tí hann er ikki ungur longur, og eg haldi, at hann møguliga broytir støðu einaferð, sigur Henrik Larsen.
Møguleikarnir hjá honum at fáa góð úrslit sum venjari økjast sjálvandi nógv, um Todi Jónsson velur at fara í aftur føroysku landsliðstroyggjuna.
Henrik Larsen ásannar, at hann ikki kennir nakað til føroyskan fótbólt, men hann fer at royna av øllum alvi at seta seg inn í viðurskiftini í her í Føroyum. FSF hevur sett honum nøkur krøv, sum áseta, hvussu ofta venjarin skal vera í Føroyum.
Broytta skipan
Venjarin hevur gjørt greitt, at hann fer at nýta eina nýggja spælskipan. Framyvir fer føroyska landsliðið at spæla við fýra monnum í verjuni. Hetta verður í flatari verju við økismarkering. Allan Simonsen spældi allar síniar dystir við einum aftasta manni og tveimum frammanfyri, sum mansvardu ávísar álopsleikarar.
? Skipanin við einum aftasta manni verður ikki nýtt, meðan eg eri venjari. Eg fari at spæla við flatari verju, og vónandi fái eg nakrar bakkar, sum duga at vera við í álopsspælinum, sigur Henrik.
Enn hevur hann ikki gjørt av, hvussu skipanin verður á miðvøllinum og í álopinum, men møguleikarnir eru nógvir. 4-5-1, 4-4-2 og 4-3-3 hava verið havdir á lofti.
Henrik heldur, at tað er sera umráðandi hjá honum at hava ein góðan hjálparvenjara, men enn er ikki greitt, hvør hetta verður.
Dánjal Andreasen, formaðurin í FSF, duldi tó ikki fyri á tíðindafundi, at hann fegin vil hava Jógvan Martin Olsen at halda fram sum hjálparvenjari.
? Eg havi mínar hugsjónir um fótbólt, og tær fari at royna at føra út í lívið. Leikarar kunnu vænta sær at fáa størri ábyrgd á vøllinum, sigur Henrik Larsen at enda.









