Stendur tað til Høgna Hoydal, landsstýrismann, fara Føroyar í framtíðini at gjalda sín part av virkseminum hjá Norðurlandaráðnum.
- Vit mugu koma burtur frá tí,at vit bara skulu fáa og ikki skulu gjalda, sigur Høgni Hoydal.
Hann ætlar at syrgja fyri, at pengar verða avsettir á fíggjarlógini fyri 2001, og so er bara eftir hjá føroyingum at sleppa at gjalda.
Í blaðnum í gjár søgdu føroysku umboðini í Norðurlandaráðnum, at tey hildu tað verða óverdugt, at føroyingar ikki gjalda sín lutfalsliga part av virkseminum hjá Norðurlandaráðnum.
Tað eru danir, sum gjalda fyri føroysku umboðini í Norðurlandaráðnum, tí danir hava avsett tveir parlamentariskar sessir til føroysk umboð ókeypis.
Danir vilja ikki
Dan Reinert Petersen, annar av føroysku limunum í Norðurlandaráðnum, førdi í Sosialinum í gjár fram, at tað kennist snópisligt at leggja uppskot fyri Norðurlandaráðið, tá føroyingar als einki gjalda fyri virksemið hjá ráðnum.
Jógvan við Keldu, sum er hin limurin, segði í gjár, at tað eigur at vera eitt prinsippmál, at føroyingar at gjalda sín part av virkseminum hjá Norðurlandaráðnum.
Hesum er Høgni Hoydal, landsstýrismaður, samdur í ,men hann sigur, at hóast føroyingar í langa tíð hava ynskt at gjalda sín part, sum er millum eina og tvær milliónir krónur, hevur tað ikki borið til.
- Hini norðurlondini hava sagt, at hetta er eitt mál millum Føroyar og Danmark, og danir hava ikki viljað latið okkum goldið okkara, sigur Høgni Hoydal.
Ikki givið úrslit
Høgni Hoydal sigur, at hann og aðrir landsstýrismenn undan honum hava víst á, at Føroyar eiga at gjalda sín lutfalsliga part til Norðurlandaráðið, men at hetta ikki hevur givið nakað úrslit enn.
- Eg ætli mær eisini at endurtaka hetta, tá ársfundurin hjá Norðurlandaráðnum verður í Reykjavík í november, sigur hann.
Bert sjálvstøðug lond kunnu verða limir í Norðurlandaráðnum, og tí eru Føroyar eitt slag av limi umvegis Danmark, sum eisini pungar út fyri okkum.
- Hetta er ein spurningur um hálvaðru millión, sum vit eiga at gjalda, og fyrsta stigið er at seta pengar av á fíggjarlógini. Tað fari eg mæla til á komandi fíggjarlóg, sigur Høgni Hoydal.