- Vit skulu fáa meiri burtur úr okkara landbúnaði.
Tað er aðalmálið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í búnaðarmálum.
Hann hevur stórar ætlanir fyri landbúnaðinum, har høvuðsendamálið er at skipa hann soleiðis, at vit fáa meiri burtur úr.
Endamálið er eisini, at alt skal koma til høldar, eisini avroðini, sum nú fara burtur fyri ein stóran part.
- Sum støðan er nú, er tað ein fittur partur av landbúnaðarvørum, sum ikki koma til høldar, tí tað loysir seg ikki onkusvegna.
Og endamálið er somuleiðis, at vit skulu vera sjálvbjargin við búnaðarvørum. Og landsstýrismaðurin leggur dent á, at her hugsar hann eisini um at dyrka grønmeti.
Tí fer Høgni Hoydal nú at orða ein landbúnaðarpoitikk, saman við avvarðandi pørtum, fakfólki, búnaðarfólki, og øðrum, sum hava áhuga í slíkum, og hann hevur longu so smátt sett sjøtul á.
Men hann leggur dent á, at hann hevur ikki lagt seg fastan á eina ávísa loysn, tí tað veldst um úrslitið av tí arbeiðnum, sum sjøtul nú er sett á.
- Eitt, Høgni Hoydal hugsar um í hesum føri, er, hvussu vit kunnu gagnnýta teir óteljandi tarvskálvarnir, sum verða avlívaðir hvørt einasta ár, tí tað loysir seg ikki at føða teir til matna.
Ein aðaltáttur í hesum arbeiðnum verður eisini at gera eina lendisætlan, har tað verður ásett, hvar í landinum, vinnuligur landbúnaður skal vera.
Men hann leggur afturat, at sjálvsagt verður munur gjørdur á vinnuligum landbúnaði og so teimum, sum hava tað til ítriv.