Vit skulu duga betri at tosa saman

- Og tað skal ikki standa á, sigur Eyðgun Samuelsen

- Tað er gleðiligt at vit hava eitt samfelag, har fólk eru virkin, eisini tey eldru.

 

Tað segði Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, nú seinnapartin, hon fekk undirskriftir frá 904 fólkum, sum mótmæla, at grundupphæddin í fólkapensjónini verður skerd.

 

Samgongan ætlar at lækka grundupphæddina í fólkapensjónini, men afturfyri fer viðbótin at hækka, umframt at gjaldið úr samhaldsfasta hækkar.

 

Samstundis lækkar gjaldið til Kringvarpið og tilsamans fáa fólkapensjónistar 400 krónur meiri at liva fyri um mánaðin næsta ár, enn teir hava nú.

 

Men fólkapensjónistar vilja ikki hoyra talan um at grundupphæddin skal skerjast og at Samhaldsfasti verður settur ístaðin fyri grundupphæddina, og seinnapartin í dag vóru umboð fyri Landsfelag Pensjónista í Løgtinginum og handaði landsstýriskvinnuni undirskriftir frá 904 fólkum, sum mótmæla ætlanina.

 

Tað er ein fortreyt fyri samfelagið, at vit kunnu vísa okkara nøgdsemi, og okkara ónøgd, og at vit kunnu tosa saman og virða tað, at vit eru ósamd, sigur Eyðgunn Samuelsen.

 

Hon ásannar, at partarnir kundu havt tosað betri saman, men nú er tað farið og gerst ikki um aftur.

 

Hon sigur, at fyri ikki at skapa ótryggleika,  fáa allir pensjónistar sína vanligu pensjón til jóla, akkurát, sum tey plaga. Hon leggur afturat, at nýggju reglarnar koma ikki í gildi fyrrenn í februar.

 

 

Les eisini: Yvir 900 fólk mótmæla hjá Eyðgunn Samuelsen

 

 

Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelag Pensjónista, sigur, at pensjónistar eru altíð til reiðar at tosa við landsstýrið, so tað má vera politikararnir, sum hava skylduna av, at partarnir ikki hava tosað saman.

 

- Tað kunnu vit tosa um, men eg vóni at vit framyvir fara at tosa meiri saman. Tað eri eg til reiðar til so tað skal ikki standa á, sigur Eyðgunn Samuelsen.