Miðvallarspælarin hjá Manchester United, Paul Scholes, ger ikki uppgávuna hjá United í Champions League meira innviklaða enn hon er. Eftir 2-2 javnleik í heimadystinum í fjórðingsfinaluni, má United helst vinna í Portugal fyri at koma víðari í kappingini.- Tað einasta, vit skulu gera í Porto, er at vinna ein fótbóltsdyst. Vit hava spælararnar til tað, og eg trúgvi, at vit fara at megna tað, sigur Scholes við Skysports.










