- Vit áttu at hoyrt eitt ramaskríggj frá okkara landspolitikarum
Tað sigur Bjarni Hammer, varaborgarstjóri á Tvøroyri.
Hann saknar stórliga, at landspolitikararnir ikki gera alvorliga vart við seg, nú avgerð er tikin um at lata føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi, aftur.
- Heldur enn at niðurlaga Suðuroyar Sjúkrahús, áttu vit at hoyrt eitt ramaskríggj frá okkara landspolitikarum um at fáa eina eykajáttan til Suðuroyar Sjúkrahús, so at tað
Vit hava fleiri landspolitikarar úr Suðuroy, og uppaftur fleiri, sum eru tætt knýttir at oynni, leggur hann afturat.
- Hetta snyr seg ikki einans um at lata føðideildina aftur, tí hetta bara er ein lítil partur í eini størri ætlan um at niðurraðfesta Suðuroyar Sjúkrahús, ja, møguliga nidurleggja tað, sigur Bjarmi Hammer, sum eisini verður valevni hjá Javnaðarflokkinum á næsta løgtingsvali.
- Støðan, nú føðideildin skal lata aftur, er nógv álvarsligari enn tað tóktist at byrja við, tí at allar próvførslur fyri at steingja føðideildina, kunnu eisini nýtast at steingja skurðdeildina, sigur hann.
- Tí eiga vit ikki at fara í eitt samskifti um íbúðir til barnakonur og avarðandi í Havn. Ístaðin eiga vit at útvega tær tær seks milliónir krónurnar, sum mangla á Suduroyar Sjúkrahúsi.
Hann sigur, at verður narkosulækni tøkur á Suðuaroyar Sjúkrahúsi alt samdøgurið, er hetta við til at tryggja føðideildina, umframt at styrkja skurðdeildina.
- Fyrst tá verður Suðuroyar Sjúkrahús tryggjað, sigur Bjarni Hammer
Er trygdin ikki í lagi á føðideildini, er hon so ílagi á skurðdeildini, tí báðar deildirnar eru tengdar at hvørju aðrari.
- Góðtaka vit at lata føðideildina aftur, verdur kanska ikki leingi til skurðdeildin eisini letur aftur, leggur hann afturat.
Les meiri um sjónarmiðini hjá varaborgarstjóranum á Tvøroyri um Suðuroyar Sjúkrahús, við at trýsta HER