Peter Thaysen, sjefpolitiinspektørur, váttar, at løgreglan hevur fingið fráboðan frá Sea Shepherd um, at herverk er framt móti bilunum hjá teimum, eins og at fólk hjá teimum hava kent seg hótt.
“Vit skjóta okkum sjálvi í fótin,” sigur Peter Thaysen, sjefspolitiinspektør. “Seinast tey vóru her, var sjón fyri søgn, at tey hava ómetaliga gott samband við útlendskar fjølmiðlar. Megna teir ikki at broyta okkara meining um grindadráp, royna teir at mála eina neiliga mynd av Føroyum í útlendskum fjølmiðlum.
Peter Thaysen vísir á, at Sea Shepherd hava loyvi at vera í Føroyum og at mótmæla friðarliga, og heitir á fólk, um at taka tað róligt, og lata løgregluna taka sær av Sea Shepherd, um tað krevst.










