Jan Ziskasen hevur flutt Føroya Tele og Føroyar upp á eitt nógv hægri stig, og hann hevur lært okkum at hugsa stórt, og at bara tað besta er gott nokk.
Tað sigur starvsfólki á Føroya Tele í eini almennari fráboðan í dag, har tey vísa sín treytaleysa stuðul til stjóran og nevndarformannin, sum søgdu seg úr starvi herfyri.
Tað gjørdu teir tí teir mótmæla ætlanini hjá samgonguni at skilja Føroya Tele sundur.
– Jan Ziskasen, er ein dugnaligur, eldhugaður og nýhugsandi stjóri. Hann hevur bygt nakað serstakt upp á ein serliga menniskjaligan hátt. Hann er líka við øll, og hevur áhuga fyri øllum starvsfólkum.
– Í tí dagliga arbeiðinum hevur hann givið okkum sjálvsavgerðarrætt, soleiðis at viðskiftafólk verður skjótt avgreidd, tí vit sjálvi kunnu taka avgerðir. Okkara stjóri er persónligur, jaligur og gongur nógv á gólvinum hjá okkum øllum. Jan Ziskasen er rættvísur, og vit føla okkum trygg og errin av at hava hann sum stjóra, siga tey.
Tey siga, at Føroyar eru lítlar, og at vit hava tørv á einari sterkari fyritøku fyri at tryggja, at øll fáa eitt fjarskifti í heimsklassa.
– Føroya Tele er eitt sera gott arbeiðspláss, og vit veita eina framúr góða tænastu á øllum deildum. Okkara árligu nøgdsemiskanningar siga alt. Nøgdsemið er methøgt millum kundar og starvsfólk. Tað er sostatt eingin, ið rópar eftir nøkrum sundurskilnaði, siga tey.
– Føroya Tele hevur borið nógvar milliónir í landskassan hesi nógvu árini, vit hava greið skott ímillum feløgini, og NET veitir javnbjóðis tænastur til allar fjarskiftisveitarar á føroyska marknaðinum. Jan Ziskasen hevur torað at hugsað stórt, soleiðis at vit ikki bert fáa viðurkenning í Føroyum, men eisini í útlandinum. Greinar verða skrivaðar í Japan og aðrastaðni um okkum, sigur starvsfólki
– Hvat er endamálið við at petta tað sundur, sum riggar væl, spyrja tey. Tey siga, at tey skilja væl, at okkara stjóri og nevndarformaður siga frá, tá støðan er, sum hon er.
– Politikkur er eitt, men starvsfólkið á Føroya Tele, eftirlýsir tó staðiliga, at ætlanirnar fyri fyritøkuni verða bygdar á skynsemi, virðing og framskygni. Heldur enn at petta okkum sundur, áttu vit øll at arbeitt í felag fyri framhaldandi at náa tøkniligu tindarnar herheima og úti í heimi, siga tey.