Fyri løtu síðani fóru danska stjórnin við Poul NyrupRasmussen, Føroya landsstýri og ein riðil av embætisfólkum - mest føroyskum - inn í speglsalin at eta frokost.
Ein riðil av fjølmiðlafólkum, bæði donskum og føroyskum tóku ímóti politikarnunum í ganginum á Christiansborg, men strliti gekst at fáa viðmerkingar.
Tann einasti, til bar at fáa orð á, vaar danki forsætisráðharrin, og hann var fámæltur.
? Jeg synes vi skal vent med at komme med bemærkninger til på pressemødet klokken 16, segði Poul Nyrup Rasmussen og fór inn um glasdyrnar ávegis til speglsalin.
Restin av donksu stjórnini kom inn gjøgnum annan enda á bygninginum, og bar tað ikki til hjá mogu fjølmiðlafólkunum at sleppa fram at teimum.
Landsstýrisfólkini úr Føroyum komu eisini inn gjøgnum dyr aftanvert, har pressan slapp framat, og tíkisl bar heldur ikki til at fáa orð á teir.
Tá tropparnir vóru savnaðir og leiðin gekk inn í speglsalin, var viðmerkingin, at hetta er ein søgulig løta.
Politikararnir og embætismennirnir fáa sild, kotelettir, ost og hvítvín í speglsalinum áðrenn farið verður til samráðingar.