Rúni Djurhuus, eykalimur hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar býráð
.....
Komandi valskeið ætla vit, at rudda upp eftir Fólkaflokkinum, sum í ABDH samgonguni, við sínum asosiala skattalætta, hevur gjørt lívið hjá okkara veikastu so nógv verri.
Nú hoyrdu vit aftur ein fólkaflokspolitikara tosa um, at teirra skattalætti ikki hevur gjørt, at nakar hevur minni pening eftir. Samstundis hoyra vit, at tað er blivið nógv dýrari at liva í Føroyum. Vit hoyra eisini um einligar mammur, sum bidda mat til børnini á Herberginum. Hetta eru mammur, sum hoyra til tann stóra bólkin, sum lítlan ella ongan skattalætta hevur fingið.
Man nýtist ikki at vera samfelagsfrøðingur fyri at skilja, at tað ikki hongur saman, hjá teimum, sum longu frammanundan einki hava eftir av lønini, tá vørur og annað gerst dýrari.
Eg má siga sum er: eg kann hvørki liva við, at børn í Tórshavnar kommunu ella í restini av landinum fara í song svong, tað eigur ikki at henda í einum so ríkum samfelag sum okkara.
Javnaðarflokkurin í Tórshavnar kommunu hevur altíð tikið sær av okkara veikastu, og tað gera vit aftur nú. Komandi valskeið seta vit skattin niður, sum lova, eitt prosent. Men vit gera tað meira samhaldsfast við at fordeila helvtina til barnafamiljurnar, sum hava tað peningarliga tungt í dagligdegnum. Hetta verður gjørt við at hakka barnafrádráttin frá 5.500 kr. pr barn upp í gott ca 8.000 kr. pr. barn.
Í mun til ”popputta” men veruleikafjarða kekkin hjá Fólkaflokkinum, so kann okkara ætlan gjøgnumførast við at brúka vit og skil. Tað er sjálvandi snilt hjá fólkaflokkinum at lova ein kekk, sum man veit ikki kann gjøgnumførast: Tí so kann man geva landsstýrinum skuldina, tá men enn einaferð svíkur okkara veikastu í samfelagnum. Men eg vænti ikki, at veljarin letur seg lumpa enn einaferð.
Tá vit settu skattin eitt prosent upp, fyri at gjalda fyri Boðaneshamrið, lovaðu vit, at taka hetta prosentið burtaftur, tá heimið var bygt. Nú finnist onkur at okkum, tí vit ikki halda tað, sum vit lovaðu. Men hetta er ikki seriøst. Tí vit geva so sanniliga hetta prosentið aftur. At vit so velja at umfordeila helvtina av hesi upphædd í krónum til illa trýstu barnafamiljurnar, er ikki at bróta okkara lyfti, men ein reaktión uppá ringu støðuna hjá barnafamiljunum.
Sjálvt ikki í okkara ringastu marrum, høvdu vit fyristilla okkum, at Fólkaflokkurin fór at fáa ein so asosialan skattalætta í gjøgnum. Men hetta er hent, enntá við stuðli frá Sambandsflokkinum, Sjálvsstýrisflokkinum og Miðflokkinum. Hetta vísir bara, at vilja tit okkara veikastu væl, so mugu tit atkvøða fyr iJavnaðarflokkinum, tí vit fremja úrslit.