Edmund Joensen finst í lesarabrævi á tíðindaflutningin eftir tíðindafundin hjá Sambandsflokkinum í síðstu viku. Hann eftirlýsir beinleiðis, at fjølmiðlarnir spæla við. Og so skírir hann í sama andadrátti fjølmiðlarnar at dyrka ta politisku ósemjuna og halda mikrofonunum, heldur enn at fara kritiskt inn í substansin í málinum og lýsa tað frá ymsum síðum. Heilsanin frá løgtings- og fólkatingsmanninum er beinleiðis vend móti Kringvarpinum, sum partú skal spæla við. Tí, sum Edmund Joensen orðar seg: “Tit í almennu fjølmiðlunum hava eina public service skyldu móti tí samfelag, ið rindar tykkara lønir. Hesa skyldu mugu tit taka í álvara.” Jú, Edmund Joensen. Púra rætt. Og tað var júst hesa skyldu, sum vit royndu at taka í álvara, tá vit umrøddu og viðgjørdu boðskapin, ið var førdur fram á tíðindafundinum hjá Sambandsflokkinum í síðstu viku. Vit lurtaðu eftir tínum boðskapi og viðgjørdu hann kritiskt. Royndu eftir førimuni at seta hann inn í ein samanhang. Fingu viðmerkingar frá relevantum persónum. Og so gjørdu vit okkum eisini tann ómak at fregnast hjá tí parti, sum tú so dúgliga refereraði frá á tíðindafundinum. Vit royndu at gera okkara arbeiði – at røkja okkara public service skyldu. Tí burdi tú heldur skotið eftir tínum egna spunasmiði og hartað hann fyri ikki at gera sína skyldu móti tær, heldur enn at skotið eftir Kringvarpinum. Tú rindar hansara løn, og kann fáa hann til at gera tað arbeiði, ið tú rindar fyri. Nevniliga at fáa tín boðskap fram. Men Kringvarpið hevur ikki skyldu til at halda mikrofonina fyri Edmundi Joensen, og so annars takka fyri, tá tín setningur er sagdur. Vit royna at gera okkara arbeiði, og halda tað annars vera sera ósømiligt av tær sum tvífaldum fólkavaldum politikara í tveimum parlamentum at toga fram, hvør rindar okkara lønir og nærum brúka hetta sum alibi fyri at gera okkum til tín persónliga boðbera. Allir føroyingar gjalda og eiga Kringvarpið, og tað er júst tí, at vit kunnu loyva okkum at seta óheftni og kritiskan tíðindaflutning sum ovastu raðfesting. Tá hetta er sagt, so vil Kringvarpið sjálvandi vera við til at seta fokus á Evropapolitikkin hjá landsins leiðslu – bæði í tíðindaflutningi og kjaki annars. Men skulu vit gera tað, so mugu vit eisini sleppa at tosa við onnur enn teg, Edmund.