? Tað er ein trupulleiki, sum vit eru greið yvir og tað er eingin, sum skal ivast í, at vit royna at gera nakað við trupulleikan.
Orðini eigur Árni Joensen, sum er stjóri á Skipafelagnum Føroyar og hann sigur tey í sambandi við, at fleiri av kundum Skipafelagsins eru rýmdir.
? Tað er atlíð keðiligt, tá ein fyritøka missir kundar, men soleiðis er tá tað er kapping millum fleiri fyritøkur, sigur hann.
Árni leggur kortini dent á, at trupulleikin eftir hansara meting als ikki er so stórur, sum onnur vilja gera hann til, tí nøgdin, sum teir hava mist er so lítil sammett við samlaðu flutningsnøgdina.
? Tað svarar til 2 ella 3 prosent, sigur hann.
Mugu betra okkum
Tað er tó einki yvir at dylja, at Árni er keddur um, at kundarnir rýma.
? Eg kann ikki gera viðmerkingar til hvønn einstakan kunda, men sjálvandi eiga vit at gera alt vit eru førir fyri, fyri at betra okkum. Men vit vera eisini noydd til at hyggja at búskaparliga partinum av tí, og tað gera vit, sigur hann.
Tit eru í løtuni ikki førir fyri at flyta trailarar á sama hátt sum eitt nú Smyril Line. Kann tað hugsast at tit fara at gera íløgur í eitt Ro-Ro-skip?
? Sum eg segði í áðni, so skal tað takast við í eina heildarmeting. Tað skal jú hanga saman fíggjarliga tað heila. Men tað er klárt, at sigur marknaðurin, at tað er tørvur á einum Ro-Ro-skipið, so nyttar einki, at vit siga, at tað er tað ikki. Soleiðis er tað einaferð tá tað er kapping, men eg fari ikki at taka støðu til beint nú, um vit fara at gera eina tílíka íløgu, sigur hann.
Koma og fara
Hóast Árni er vónbrotin av missinum, so staðfestir hann enn einaferð, at tað er ein partur av livikorunum hjá fyritøkum í kapping.
? Tá til stykkis kemur, er tað ofta ein spurningur um pengar, og tað rokni eg eisini við, at tað er í hesum førinum. Vit mugu bara staðfesta, at vit vóru serstakliga óheppin fyrr í ár, og serliga við Fjord, sum vit leigaðu. Mátin vit loystu tann trupulleikan uppá var kanska heldur ikki tann rætti, og tað spælir nokk eisini inn. Hinvegin er tað ikki ókent hjá okkum, at kundar koma og fara, og hetta er ikki stórt øðrvísi í so máta, sigur Árni.
? Men tað sigur seg sjálvt, at vit mugu vera vakin og alla tíðina syrgja fyri at betra okkum, og tað gera vit, sigur Árni Joensen at enda.