Vit royna alsamt at fáa semju

Hóast semingsroyndin um páskini miseydnaðist, so halda semingsmenninir á við sínum arbeiði. ? Vit hava ikki lagt frá okkum, men royna alsamt at finna eina semju, sigur Jógvan Amonson, semingsmaður

Í meiri enn tríggjar vikur hava semingsmenninir báðir, Jógvan Amonson og Alfred Petersen roynt at fáa Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið at semjast, uttan at tað tó er eydnast teimum.

Um vikuskiftið miseydnaðist onnur royndin, hóast partarnir eru komnir nærri hvør øðrum.

Vit hava spurt Jógvan Amonson, um teir fara at royna aftur.

? Vit eru ongantíð givnir við semingsroyndunum. Men tað er meir ein menniskjaligur spurningur um tað er rætt at halda fram, tá ein hevur samráðst so leingi út í eitt.

Men hvat við skrivinum frá fakfeløgunum?

? Skrivið heitir bara á okkum, um at taka royndirnar uppaftur. Einki annað.

Men verður ikki tosað um aðalverkfall?

? Nei. Tað er ein misskiljing. Vit verða bara bidnir um at taka semingina uppaftur.

Gera tit tað?

? Vit tosað við partarnar alla tíðina. Nú hildu vit frí páskadag, men vit vóru longu í gongd aftur annan dag, so ja, vit arbeiða alla tíðina við málinum.

Nær verður fundur aftur við partarnar?

? Tað kann eg ikki siga nakað um, men tá vit meta, at tað eru útlit fyri eini semju, so royna vit aftur.

Seinna semingsuppskotið var nógv øðrvísið enn tað fyrra hvør var høvuðsmunurin?

? Tað seinna var ein tvey ára sáttmáli við hægri lønarvøkstri, men tað var kortini ikki nóg mikið til at fáa báðar partar at skriva undir, sigur Jógvan Amonson.