Vit roykja nógv meira enn grannarnir

Føroyingar roykja sera illa – um vit bera saman tal av roykjarum í Føroyum við hini Norðurlondini

Føroyingar roykja sera illa – um vit bera saman tal av roykjarum í Føroyum við hini Norðurlondini

 

Heislulýsingin hjá Landslæknaum fyri 2014, sum varð kunngjørd í gjár, vísir, at meira enn fjórði hvør føroyingur roykir dagliga. Í til dømis Svøríki og Íslandi ligur talið niðri á 11-12 prosentum.

 

Býtið av roykjarum fyri hesi lond sær soleiðs út:

 

Menn

Kvinnur

bæði

Føroyar

27%

27%

27,0%

Finland

19%

16%

17,5%

Danmark

17%

17%

17,0%

Noreg

14%

13%

13,5%

Ísland

11%

12%

11,5%

Svøríki

10%

12%

11,0%

 

Dagligir roykjarar í prosentum eftir kyni í 2013 síggjast á talvuni í árbók Nomeskos . Talvan vísir, at Føroyar lógu hægstar, hvat ið viðvíkur talinum á dagligum roykjarum í prosentum í 2013, tá ið borið verður saman við øll hini londini.