Svarið, sum danski innanríkis- og heilsumálaráðharrin gav Naser Kahder, kemur ikki óvart á Turið Holm, serlækna.
? Vit nokta nærum ongum at fáa fosturtøku framda á Landssjúkrahúsinum, so eg dugi ikki at síggja, hví so nógvar føroyskar kvinnur skuldu farið niður at fingið fosturtøku framda. Einasta orsøkin kundi verið, at tær ikki ynskja at hava eina fosturtøku nevnda í føroysku pappírunum, sigur hon.
Tær flestu flyta adressu
Hon sigur víðari, at tað verður ógvuliga ringt at finna nøkur hagtøl fyri tær fáu føroysku kvinnurnar, sum velja at fara niður, tí tær flestu flyta bústað á pappírinum í nakrar dagar, so tær koma undir hagtølini sum danskarar.
? Lógin er broytt fyri stuttari tíð síðani, men inntil heilt nýliga hevur tað verið soleiðis, at um tú kom sum føroyingur, t. v. s. við føroyskari adressu, so noyddist tú at fara á eina privatklinikk og gjalda alt sjálv. Tú fekk eina rokning aftaná, og hon var avgjørt ikki bílig, sigur Turið.
Fyri at sleppa undan at gjalda, hava tær flestu sum eru farnar niður tí valt at gerast danskarar í nakrar dagar.
Og sjálvsagt koma tær tá í hagtølini sum verandi danir.
Nærum eingin fær nei
Turið sigur, at talið á fosturtøkum her á landið liggur um 60 árliga. Tað er talið á nærum øllum kvinnunum, sum ynskja fosturtøku. Hon sigur tað vera reinar gitingar, sum t.d. Naser Khader hevur ført fram, um alla rúgvuna av føroyskum kvinnum, sum fella uttan fyri strongu føroysku fosturtøkulógina og fara til Danmarkar. Tað er ikki so dupultmoralskt.
? Hatta eru bara gitingar. Eg dugi ikki at síggja, hví nøkur kvinna skuldi farið ígjøgnum alt stríðið við at skifta adressu og fara niður til eina fosturtøku, tá hon kann gera tað her, sigur Turið.
? Nakrar heilt fáar verða kanska steðgaðar hjá kommunulæknunum, tað er møguligt. Og tær fara kanska niður at taka fosturtøku. Men tað er eitt lítið mál at halda fast í. Tað er avgjørt ikki vanligt, at føroyskar kvinnur fara niður, staðfestir Turið Holm at enda.