Vit MUGU vinna ímóti Føroyum

Franski venjarin, Raymond Domenech er ikki eins væl dámdur av øllum fyri avrik síni við landsliðnum. Nú standa Føroyar fyri skotum ? ella fraklendingum ? og hesin dysturin hevur hægstu raðfesting hjá venjaranum.

Skulu teir yvirhøvur gera sær nakrar tankar um at koma við til EM næsta ár, mugu teir vinna teir seinastu dystirnar.

- Fáa vit ikki seks stig ímóti Føroyum og seinni ímóti Litauen, eru vit snøgt sagt deyðir, sigur hann avgjørdur við fronsk bløð.

Hann er greiður yvir taktikkin ímóti føroyingum: Teir mugu renna skjótt og vera nágreiniligir frammanfyri málið. Verja teirra má eisini vera vakin, tí føroyingar duga at fara í kontra.

Um Tórsvøll hevur venjarin ikki nógv gott at siga: Hann er ikki eins stórur og Stade de France, undirlagið var heldur ikki á sama støði, veðrið var einki at reypa av.

- Áskoðararnir vóru so nær við spælararnar, at ein kundi siga góðan dag við teir, sigur Domenech við einum brosi.