Vit mugu vera landspolitikarar

The New Millennium Series er heitið á bókaverkinum, sum í sambandi við túsundáraskiftið verður givin út um øll limalond í ST.Jákup Sverri Kass heldur, at kappingin millum útjaðarapolitikarar og miðstaðarpolitikarar má steðgast. Loysnina heldur hann vera, at gera Føroyar til eitt valdømi

? Tingarbeiðið er alt ov nógv merkt av stríði millum tingfólk úr útjaðaranum og tingfólk úr miðstaðarøkinum. Hetta førir als ikki til nakað gott, og eigur tað tískil at vera steðgað.

Yngsti tingmaðurin í landinum, Jákup Sverri Kass, hevur sínar avgjørdu meiningar um landslutastríðið, ið hevur merkt alla viðgerina av fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000. Hann heldur føroysku valskipanina vera orsøkina til hendan trupulleika, og mælir hann tískil til, at skipanin verður broytt soleiðis, at Føroyar gerast eitt valdømi.


Tekkjast veljarunum

Jákup Sverri Kass heldur valskipanina forða politikarum í at hugsa landspolitiskt. Hetta heldur hann vera galdandi bæði fyri tingfólk úr útjaðaranum og úr miðstaðarøkinum.

? Poltitikarar hugsa alla tíðina um at sleppa inn aftur á ting, og tí arbeiða teir næstan bert fyri valdøminum, har teir eru valdir. Tú fært jú ongar atkvøður burturúr at arbeiða fyri eitt valdømi, har tú ikki stillar upp. Hetta er skeivt, og eigur hetta at verða broytt.

Ungi tingmaðurin heldur, at miðstaðarpolitikarar sum mest hugsa um miðstaðarøkið, tí haðani eru atkvøður at heinta, somuleiðis sum tingmenn úr útjaðaranum í mestan mun hugsa um sítt valdmømi, tí tað er haðani teirra atkvøður eru at heinta.


Ov lítlan kunnleika

? Orsaka av valskipanini royna vit miðstaðarpolitikarar sum mest at hugsa um miðstaðarøki, og av tí sama eru vit ov lítið kunnaðir um nágreiniligu trupulleikarnir aðrastaðni í landinum, hóast talan er um eitt lítið land.

Jákup Sverri Kass heldur, at vend skjótt hevði komið í hesa støðu, um Føroyar gjørdust eitt valdømi. Tá høvdu politikarar nevniliga verið noyddir at kunna seg um viðurskifti í øllum landinum, heldur hann, tí tá høvdu nevniliga atkvøður verið at heinta í øllum landinum.

Somuleiðis heldur Jákup Sverri Kass, at politikarar úr útjaðaranum høvdu sloppið undan at gartera um síni viðurskifti, fyri at aðrir politkarar skuldu fingið eyguni upp fyri teimum. Tá høvdu teir sloppið undan at spælt fyri gallarínum, heldur hann.


Tingið verður ikki miðsavnað

Spurningurin til Jákup Sverra Kass í hesum sambandi er, um vandi ikki er fyri, at tingið verður miðsavnað, soleiðis, at tað bert verða tingfólk úr miðstaðarøkinum, ið mannað tað. Men hendan vandan sær Jákup Sverri Kass ikki.

? Vit eiga nógvar góðar útjaðarapolitikarar, ið uttan iva fara at gera seg galdandi, um Føroyar gerast eitt valdømi. Gott dømi um hetta er, at tað er heilt vanligt, at politikarar úr útjaðaranum verða valdir inn á fólkating.

Jákup Sverri Kass ætlar sær at seta fyrispurning fyri landsstýrið um føroysku valskipania, og møguliga fer hann eisini at leggja fram uppskot um at broyta hana.