Vit mugu verða hoyrd

Elin fær ein møguleika, men tey trý stóru ynskja at vera hoyrd, sigur formaðurin í HSF.

Eitt av teimum trimum stóru sersambondunum, sum er í andstøðu í ÍSF, er Hondbóltssamband Føroya.

 

Formaðurin í HSF, Kristian Johansen, er sinnaður at lata nýggja forsetan í ÍSF stinga eina kós út í kortið, men sigur, at um tey trý sersambondini ikki kenna seg hoyrd í felagsskapinum eftir aðalfundin í kvøld, er sanníkt, at tey fara at taka seg úr Ítróttasambandinum.

 

Kristian Johansen sigur, at hann fer við uppreistari pannu til fundin og eg spentur um, hvussu leikur fer.

- Vit eru sinnaðir at gera alt, sum er í okkara makt fyri at varðveita felagsskapin heilan, men tað krevur samstundis, at okkara sjónarmið verða hoyrd. Tað er eingin loyna, at vit hava biðið um fund, bæði við starvsnevndina, áðrenn hon fór í upploysn, og við hesi 13 sersambondini, men tað verður ikki ønt okkum aftur. Vit eru sum so sett uttan fyri ávirkan, sigur Kristian Johansen og sigur, at soleiðis kann tað ikki halda á.

 

- Eg eri púra samdur við bæði Róki Jákupsson og Magnusi Tausen, at vit føla okkum útihýstar, men vit eru kortini sinnaðir at gera tað vit kunnu, fyri at varðveita felagsskapin heilan. Tað krevur tó, at onkur vil geva seg, sigur Kristian Johansen.

 

- Vit vilja tí síggja, hvussu samansetingin av nýggju nevndini verður og hvat hon er sinnað at gera. Samstundis halda vit tað vera undrunarvert, at vit ikki hava hoyrt eitt orð frá komandi forsetanum. Vit vita ikki hvat hon vil ella hvørjar visjónir hon hevur. Tað virkar mær eitt sindur løgið, tí um tað var rætt, so hevði hon longu havt meldað út, hvat hon vildi, sigur hann og sipar til, at Elin Heðinsdóttir Joensen er einasta uppskot til forseta og tí verður vald á aðalfundinum í kvøld. Hon verður tí fyrsti kvinnuligi forsetin í ÍSF.

 

Bæði Rókur Jákupsson, formaður í Svimjisambandi Føroya, og Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandi Føroya, hava nevnt møguleikan, at tey trý sersambondini fara at taka seg úr ÍSF. Kristian Johansen váttar, at tað er ein veruligur møguleiki, men tann avgerðin verður kortini ikki tikin í kvøld.

- Elin Heðinsdóttir Joensen skal fáa høvi at stinga eina kós út í kortið og siga, hvat hon vil, og so fáa vit at síggja, um tað er til fyrimuns ella ikki. Samansetingin av starvsnevndini verður eisini avgerandi. Vit hava kortini ikki heimild til at taka okkum úr felagsskapinum í kvøld, tann avgerðin má takast av hondbóltsfeløgunum á einum aðalfundi, sigur Kristian Johansen.

 

Á aðalfundinum í kvøld skal, umframt nýggjan forseta, eisini nýggj starvsnevnd veljast. Tey 13 sersambondini hava stillað fýra fólk upp, meðan tey trý í andstøðu hava stillað tvey fólk upp til nevndina.

- Tey 13 hava forsetan og eg vildi mett tað vera rímiligt, at vit fáa tvey umboð vald inn og at tey fáa tvey, umframt forsetan. Tað tykist sera rímiligt í mínum eygum, sigur hann.

 

- Eg vóni sum sagt tað besta fyri ítróttin, og vit vilja ganga langt fyri at halda ÍSF intakt, men tað sigur seg sjálvt, at so má onkur flyta seg eisini, sigur Kristian Johansen, formaður í Hondbóltssambandi Føroya.