Vit mugu tryggja okkum í nakrar mánaðir fram

Løgmaður skal nú greiða frá, hvussu vit hava tryggjað okkum, skuldi kríggið í Ukraina eisini rakt okkum

Hvussu er føroyska samfelagið tryggjað, skuldi tað hent, at kríggið í Ukraina harðnar, ella dregur út. Tað vil Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hava at vita frá løgmanni.

 

Hann staðfestir, at støðan í Evropa er spent og vandi kann verða fyri, at vit koma eina støðu, har vit ikki fáa fatur á eimum vørum, vit hava brúk fyri.

 

Tí skal Aksel V. Johannesen greiða frá um hann heldur, at nakar vandi er á ferð – og um vit yvirhøvur hava eina tilbúgving á hesum øki.

 

Johan Dahl vil eisini hava at vita um myndugleikarnir hava nakað yvirlit yvir vørur, tænastur, útgerð, og annað, sum eigur at vera á goymslu í eini slíkari kreppustøðu. Her hugsar hann um neyðsynjarvørur sum mat, heilivág, olju, og annað.

 

Eitt, Johan Dahl vísir á, er, at vit hava bara olju á goymslu til nakrar viku og sjálvur ivast hann ikki í, at vit eiga at tryggja okkum best møguligt nakrar mánaðir fram. 

 

Í hesum sambandi kann nevnast, at á heysti í 2021, altso fyri hálvumøðrum ári síðani var spurningurin um okkara oljugoymslur eisini frammi. Tá upplýsti partamaðurin hjá Johan Dahl, Magnus Rasmussen sum tá var landsstýrismaður, at oljufeløgini, Effo og Magn, og elfelagið,Sev, hava upplýst, at vit vit hava 40.000 - 50.000 kubikkmetrar av olju á goymslu og tað svarar til tað, vit brúka í ein mánað.

 

Tá segði hann eisini, at framkomin lond hava eina oljugoymslu til 90 dagar, men hann helt eisini, at vit, sum eru nógv meiri bundin at olju enn onnur lond, áttu at havt nógv størri krøv til eina oljutilbúgving enn onnur lond hava.

 

Men hann vísir á, at skal Landið keypa olju inn undir seg, krevst at vit hava tangar at goyma hana í – og tað hava vit ikki.