Theresa Turidardóttir Kreutzmann og Ingibjørg Berg arbeiða við at menna ferðavinnuna í Suðuroynni í samstarvi við kommunurnar har. Saman hava tær báðar ráðgevingarfyritøkuna, CommIT.
Suðuroyggin hevur nakrar avbjóðingar, tá tað kemur til demografiina og fólkafráflyting. Men Theresa Turidardóttir Kreutzmann er kortini bjartskygd fyri framtíðini, og hon heldur tað hava stóran týdning ikki at tosa negativt um Suðuroynna, eins og mann gjørdi um Føroyar í 00'unum, tá stóra rákið var fólkafráflytingin.
- Nú er tað blivið so hipt at flyta heimaftur til Føroya, og tað er tí, mann er byrjaður at tosa meira positivt um tað at búgva í Føroyum.
- Tað haldi eg eisini er sera týdningarmikið fyri Suðuroynna – vit mugu ansa eftir ikki at tosa Suðuroynna niður. Tað hevur týdning, at mann tosar upp um sítt øki, sjálvt um mann væl skilir, at tað er fólkafráflyting o.s.fr. Mann átti at verið meira tilvitaður um heldur at tosa tað upp, so mann ger tað áhugavert fyri føroyingar at flyta til Suðuroynna, sigur Theresa Turidardóttir Kreutzmann.
Les meira um framtíðina og gongdina í Suðuroynni í nýggjasta Vikuskiftis Sosialinum – blaðið fæst í talgildari útgávu á sos.fo










