- Vit mugu royna at tillaga okkum teimum broytingum, sum fíggjarnevndin er komin við, sigur Báður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum.
Men hann leggur afturat, at nøkur ting verða helst trupul at liva upp til.
Bárður Nielsen svarar eisini aftur upp á tær viðmerkingar hjá fíggjarnevndini um, at ávísir grunnar og landsstovnar ikki eru tiknir við á fíggjarlógina, og at hetta "er í stríð við stýrisskipanarlógina."
- Trupulleikin við grunnum og landsstovnum er ein gamal trupulleiki, sigur landsstýrismaðurin og leggur afturat, at hann væntar ikki, at hann klárar at fáa hesi tingini upp á pláss, sum fíggjarnevndin annars eftirlýsir. Hetta tí fíggjarlógin fyri 2005 skal leggjast fram um einar fimm mánaðir.
Løgtingsgrannskoðararnir og løgtingsnevndirnar hava nú í fleiri ár víst á trupulleikarnar, uttan at nakað er tikið til eftirtektar.










