Vit mugu taka tað her frá

Pauli Jarnskor ásannar, at GÍ í løtuni er ikki topplið, men hann hevur álit á, at teir fara at arbeiða seg burtur úr tronganum, sum teir nú eru í



Trý umfør og einki stig. Støðan er ikki vanlig í Gøtu, og tað var neyvan undan kappingarbyrjan roknað við, at GÍ einki stig skuldi hava, tá ið trý umfør vóru runnin, men soleiðis er støðan.
Sjálvandi ber hetta trýst við sær, men í Gøtu hava teir ikki mist mótið:
- Vit hava ikki megnað uppgávurnar, sum á pappírinum kanska hava sæð lættari út. Nú standa torførar uppgávur fyri framman. Vit plaga at standa okkum væl í Vági. Takið verður at fokusera upp á tað avbjóðingina í staðin fyri at hava tapini í trimum teimum fyrstu umførunum í viðførinum suður, sigur Pauli Jarnskor, hjálparvenjarin hjá GÍ, sum dómarin var so rísin inn á, at hann vísti honum út um girðingina. Av órøttum heldur Pauli sjálvur.
Plágar tað tykkum ikki, at tit einki hava fingið burturúr?
- Sjálvandi vita vit, at tað er neyðugt at venda gongdini, og tað hevði havt verið hugaligari, um vit høvdu havt fleiri stig, men vit mugu taka tað herfrá. Vit arbeiða framvegis við at spæla nýtt lið saman, og vit hava ikki hildið okkum hava tilfar til toppplasering, men vit halda okkum hava neyðuga førleikan til bestu deildina. Einki kemur av sær sjálvum. Tað skal arbeiðast fyri tí, og eg halda, at bæði liðini royndu at spæla fótbólt, hóast umstøðurnar vóru út av lagi vánaligar, staðfestir GÍ hjálparvenjarin.