- Dysturin var einki serliga væl spældur, og tað var kanska í lagi, at Kyndil vann. Eg haldi tó, at vit hava fleiri møguleikar at avgera dystin, men so gera vit nakrar stórar feilir í týðandi løtum, sum kosta ov nógv. Serliga í eini støðu, har vit hava tveir mans fleiri á vøllinum, eru vit ikki nóg neyvir. Sum heild haldi eg eisini, at vit brenna ov illa og blaka ov nógvar bóltar burtur, og harafturat mugu menn læra at taka meir ábyrgd í slíkum dystum.