Hetta stríðir ímóti øllum mannarættindum, og sømir seg lítið fyri eitt framkomið samfelag. Tað staðfestir javni, sum er felagsskapurin hjá fólki við menningartarni og familjum teirra. Tað, sum tey sipa til, er verkfallið hjá pedagogunum, sum rakti nógvar limirn í Javna, hart, tí pedagogar á bústovnum, á verkstøðum, og í skúlaverkinum, løgdu arbeiðið niður.
Í hesum sambandi hevur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður gjørt púra greitt, at hann vil hava eina varandi skipan soleiðis at slíkt ikki hendir aftur. Hann fer fyrst at royna at fáa eina semju við fakfeløgini um at fáa eina fasta skipan fyri, hvørjir pedagogar skulu vera til arbeiðis, sama um verkfall er ella ikki. Men eydnast tað ikki, verður farið í Løgtingið við málinum so at tað verður samtykt við lóg, utta um fakfeløgini.
Á heimasíðuna vísir Javni á, at fakfeløgini eru øll á gosi, nú landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum hevur tikið stig til at arbeiða fram ímóti eini skipan, ið skal tryggja tey fólk, ið hava mest brúk fyri hjálp tá ið verkfallsstøður.
– Tey síggja hetta sum eina hóttan mótvegis teirra verkfallsrætti. Vit síggja tað harafturímóti frá einum heilt øðrum sjónarhorni, og fegnast um, at stig endiliga eru tikin til at fáa skil á hesum viðurskiftum, sigur Javni. Tey siga, at tey hava leingi ynskt sær virðilig viðurskifti á brekøkinum undir verkføllum, og at partarnir á arbeiðsmarknaðinum seta seg saman og finna eina loysn.
– Serliga hevur okkara økið verið rakt tá ið Pedagogfelagið hevur verið í verkfalli, og tað hava tey verið tríggjar ferðir seinastu níggju árini. Sum er verða okkara limir áhaldandi brúktir sum jarnbrot í stríði millum partarnar, og tað kunnu vit als ikki góðtaka. Hetta stríðir ímóti øllum mannarættindum, og sømir seg lítið fyri eitt framkomið samfelag, sigur Javni.
Javni vísir á, at tey, sum sum hava stóran tørv á hjálp, eru bara ein lítil partur av tí stóru myndini, og tað er undir alt lágmark av øllum pørtum at lata tey svíða mest undir ósemjum. Tey siga, at tá ið tað ber til í okkara grannalondum at finna semjur, og verja teir fólkini, sum hava mest brúk fyri tí, í verkfalli, eigur tað eisini at bera til í Føroyum.
– Vit heita tí á partarnar um saman at finna eina loysn uppá hetta, soleiðis at vit fáa tíðarhóskandi og menniskjalig viðurskifti á økinum. Hetta skal gerast í friðartíð, so løtan er nú. Sjálvandi kostar tað báðum pørtum at gera slíkar semjur, men hetta má og skal fáast uppá pláss. Vit mugu bara ikki enda í hasi primitivu støðuni aftur, ger Javni greitt.
Tey minna á, at tey biðja ikki um at alt brekøkið skal friðast fyri verkføll, men tey góðtaka ikki, at limirnir í Javna ganga í støðugum ótta fyri verkfalli, og ferð eftir ferð eftir ferð skulu svíða nógv meira enn onnur.
– Teimum má tryggjast tí mest grundleggjandi hjálpina, og at tey ikki verða koyrd út heimanífrá, tá ið verkfall er, sigur Javni.











