- Sum støðan er nú, skulu vit als ikki hugsa um at selja SEV.
Tað heldur Gunvá við Keldu, forkvinna í Kommunusamskipan Føroya.
Men hon staðfestir samstundis, at felagsskapurin er í kreppu og at tað verður neyðugt at hugsa heilt alvorliga um støðuna.
Á Portalinum um vikuskiftið helt Asbjørn Djurhuus, formaður í Kommunufelag Føroya, at kommunurnar eiga at selja Sev, tí landið tekur kortini størri og størri ræði á felagsskapinum og nú kann Sev ikki so frægt sum áseta prísin uttan at landið skal góðkenna tað.
Hann staðfesti kortini, at hann talaði fyri egnu rokning.
Ikki selja
Men hesum er forkvinnan í KSF ikki samd í.
- Tað nyttar lítið at tosa um at selja SEV, samstundis sum øll møgulig eru frammi í miðlunum og tosa ilt um felagskapin.
- Undir slíkum umstøðum kunnu vit í øllum førum ikki vænta at fáa nakað serligt fyri hann, heldur hon.
Men sum heild heldur hon als ikki, at vit yvirhøvur skulu tosa um at selja SEV, sum støðan er nú.
Hinvegin er hon eisini sannførd um, at SEV noyðiast at tosa við landsmyndugleikarnar um, hvør skal rinda fyri orkuútbyggingar í Føroyum.
- Seinastu árini hevur landið lagt stórar byrðar á SEV í sambandi við grøna orku og CO2 útlát, men tað kann ikki vera ætlanin, at SEV skal hokna undir krøvum frá landinum.
- Tað er landsins myndugleikar, sum gera lógina, men kommunurnar eiga at taka spurningin upp til álvarsliga viðgerð, um tað skulu vera tær, sum einsamallar skulu rinda fyri tey krøv, sum landið setir.
Landið skal rinda
Sjálv ivast hon ikki í, at landið skal rinda sín part.
Um tað so er SEV ella landskassin, sum rindar, er tað í síðsta enda skattgjaldarin, sum rindar.
- Men vit eiga avgjørt at taka spurningin upp við landsstýrið um, hvussu útreiðslurnar til útbyggingar skulu býtast ímillum landið og SEV.
Og eitt, hon leggur stóran dent á, er, at vit varðveita eina samhaldsfasta skipan, har øll rinda tað sama fyri streymin, sama hvar í landinum tað er.
Sjálv ivast Gunvá við Keldu ikki í, at grøn orka er vegurin fram, tí oljan er nú so dýr, at hon hóttir við at forkoma felagsskapinum.
- Spurningurin er bara um vit ikki vóru ov sein á veg, leggur hon afturat.
Men hon heldur, at tað er neyðugt fyri samfelagið, at orkuveitingin kemur burtur frá oljuni.
Men vit mugu so tosa um, hvør skal rinda fyri tað, endurtekur hon.
Hon staðfestir, at SEV hevur enntá stórt hall av sjálvum rakstrinum og hon staðfestir eisini, at tað er væl møguligt, at tað verður neyðugt at hækka prísin einaferð afturat í ár.
Kanna um øll rinda nóg mikið
Gunvá við Keldu, forkvinna í KSF, heldur, at SEV eigur nú at gjøgnumganga øll innanhýsis viðurskifti at vita um tað ikki eru sparingar ella eyka inntøkur at fáa onkustaðni.
Eitt nú eigur ein slík gjøgnumgongd at tryggja, at øll rinda tann prísin fyri streymin, sum tey eiga.
- Tað er ongin meining í, at summi skulu rinda svíða óneyðug fyri at summi skulu fáa orkuna ov bíliga.
Í hesum sambandi nevnir hon fjarðhitafeløg og annað, sum fáa orku frá SEV og felagsskapurin eigur at tryggja, at øll rinda tann rætta prísin.
Hevur skatt SEV
Gunvá við Keldu heldur, at tvídrátturin, sum hevur tikið seg upp ímillum kommunurnar um príshækkingar og annað, hevur verið til skaða fyri SEV.
Undir slíkum umstøðum við tvídrátti og ósemju, er tað skeivt at tosa um at selja SEV.
- Tað hevði ongin gjørt, var talan um onkra aðra fyritøku, staðfestir hon.
Hon heldur, a SEV skal royna at loysa trupulleikarar áðrenn spurningurin um at selja felagsskapin yvirhøvur verður tikin upp.
- Príshækkingin á nýggjárinum var alneyðug og tað er væl trúligt, at neyðugt er við fleiri príshækkingum, leggur hon afturat.









