Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin
-------
Amerikanski demokraturin og fyrrverandi stápssjefurin í Hvítu húsinum, Rahm Emanuel, segði fyri nøkrum árum síðani, at tú ongantíð skal ”lata eina álvarsliga kreppu fara til spillis”. Tað sum Emanuel meinti við var, at tá kreppa er, verður tað møguligt hjá politisku skipanini, at fremja mál, ið fyrr tóktust ómøgulig.
Núverandi samgonga vil fremja mál. Tí manar hon fram eina dapra og svarskygda mynd av føroyska búskapinum anno 2012. Endamálið er at økja um krepputilvitanina hjá borgarunum, so samgongan kann fáa undirtøku fyri sínum høgravenda politikki, sum spakuliga niðurlagar vælferðarsamfelagið, sum vit kenna tað.
Trupulleikin er bara, at hendan myndin er følsk. Og fólk blíva tí ikki meira tilvitaði – nei tey verða lumpaði. Við tí eina endamálið, at tey skulu góðtaka, at almennu tænasturnar í framtíðini bara eru ein skuggi av tí, sum tær eru í dag og at brúkaragjøld verða gerandiskostur. At Føroyar blívur eitt vælferðarsamfelag fyri tey fáu múgvandi.
Svartskygni og ræðumyndir er júst tað øvugta av tí, sum føroyski búskapurin hevur brúk fyri júst nú. Privata húsarhaldið sparir upp og rindar skuld heldur enn at brúka og gera íløgur. Fólk eru óttafull og ræðast framtíðina. Og júst tað er steinur oman á byrðu fyri búskapin. Fáa vit hinvegin privatu nýtsluna upp, hvørvur hallið mest sum av sær sjálvum. Tí mugu vit skapa optimismu og treysti.
Nýtsluatferðin hjá húsarhaldinum er nógv ávirkað av ymiskum signalum og hendingum í samfelagnum. Sum er kenna húsarhaldini seg ótrygg av hallinum hjá landskassanum, spariætlanum, arbeiðsloysinum, høga oljuprísinum o.s.fr. Sambært Landsbankanum hevur hetta havt við sær, at privatu húsarhaldini hava minkað sína nýtslu úr 98 prosentum av tøku inntøkuni eitt meðal ár niður í 84 prosent í 2011.
Tað merkir, at ein heil milliard er tikin úr búskapinum. Men fáa føroyingar vónina aftur og vanligu húsarhaldini aftur álit á búskapinum, so fer nýtslan aftur at økjast til gagns fyri vinnufyritøkur, sum liva av heimliga eftirspurninginum, og til gagns fyri virksemi annars í samfelagnum. Hetta fer sjálvandi eisini at hava positiva ávirkan á arbeiðsloysi og inntøkur landskassans.
Vit eru í einum lágkonjukturi og sambært fíggjarkørmunum fáa vit lítlan og ongan búskaparvøkstur komandi árini. Vit hava stórt arbeiðsloysi og fólkafráflyting, men fíggjarkarmarnir hjá samgonguni innihalda ongar ætlanir um hvussu vit skapa búskaparvøkstur ella hvussu vit basa arbeiðsloysinum og samgongan sær ongan annan útveg, enn at spara seg úr kreppuni. Sparingar sum altíð raka tey á niðastu rók, og á tann hátt økir um ójavnan í samfelagnum og um fráflytingina.
Vit eiga at fara burtur frá spari- og bókhaldspolitikkinum hjá samgonguni og heldur føra ein politikk, sum veruliga tekur fatur um teir trupulleikar, sum okkara búskapur og samfelag hava at dragast við. Ein samhaldsfastan politikk, sum skapar vøkstur, vón og bjartskygni í Føroyum.
Lat okkum fáa eina fiskivinnunýskipan sum gevur okkum eina dynamiska vinnu soleiðis at okkara høvuðsvinna verður eitt veruligt lokomotiv í búskapinum. Tað gera vit ikki við at fara aftur til gomlu skipanina, har politiski myndugleikin lutar loyvir út í eitt langt áramál, sum tey privatu síðani kunnu selja víðari fyri okursprís. Tað er neyðugt, at vit á ein ella annan hátt marknaðarbasera atgongdina til fiskivinnuna, um vit skulu hava veruligan dynamikk í vinnuna.
Lat okkum raðfesta mentan, útbúgving og gransking. Hetta er ein fortreyt fyri trivnaði og menning. Ein fortreyt fyri at nýggjar vinnur kunnu stinga seg upp, og at vit í framtíðini fáa eitt fjølbroytt og blomstrandi vinnulív.
Lat okkum loysa trupuleikan vit hava við oljuni. Vit innfluttu fyri 1,124 milliard av olju í 2011. Og prísurin á olju heldur fram at hækkað. Hetta rakar bæði almenna og vinnuliga geiran og privatu húsarhaldini sera meint. Landið skal tí ganga á odda og verða drívmegin, tá tað kemur til at gera íløgur í alternativa hitaorku til sethús, bygningar og vinnutól. Tað er bíligari at hita hús og bygningar upp við vindorku enn við olju.
Vindorka kann tí styrkja um kappingarførið hjá vinnulívinum, økja um fíggjarliga rásarúmi hjá familjunum og landskassanum, umframt at ein verulig íløga í alternativa orku fer at hava fleiri nýggj arbeiðspláss við sær.
Lat okkum loysa trupulleikan við høga rentustøðinum. Rentan í Føroyum er munandi hægri enn í okkara grannalondum. Hetta rakar bæði familjurnar, vinnulívið og landskassan sera meint.
Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Tjóðveldi tóku fyrstu stigini seinasta heyst, tá Húsalánsgrunnurin fekk víðkaðar heimildir til at veita fígging. Men vit eiga at fara enn longur. Føroysku húsarhaldini eiga at fáa realkredittlán til eina rentu, sum svarar nøkunlunda til rentuna, sum húsarhaldini í okkara grannalondum fáa.
Høga rentan rakar eisini okkara vinnulív meint. Eitt lægri rentustøði vil styrkja um kappingarførið hjá vinnuni, lækka um kostnaðarstøði í landinum og sum heild geva okkum ein sterkari búskap. Um peningastovnarnir ikki kunnu finna út av at veita ein kappingarføra rentu, so eigur tað almenna at traðka til.
Lat okkum leggja allar kreftir í, at vit koma burturúr lágkonjukturinum. Skattalættin til tey ríku hevur økt um søluna av bilum. Tað sigur seg sjálvt, tá tað fyrst og fremst eru háginntøkurnar sum hava fingið skattalættan, at tað er eftirspurningurin av luksusvørum sum økist. Skulu vit hava veruliga gongd á heimliga eftirspurningin, so eiga vit at umleggja skattalættan, so tey lægstløntu fáa sín lut í skattalættanum.
Eisini tí, tað er ein samfelagsábyrgd og tí eisini ein politisk ábyrgd, at tað er liviligt hjá øllum føroyingum í Føroyum, og ikki bara teimum ríkastu.
Við at vísa samhaldsfesti við teimum veikastu kunnu vit loysa størstu hóttanina móti búskapinum. Fólkafráflytingin.
Ístaðin fyri at dyrka forðingarnar eiga vit heldur at dyrka møguleikarnar. Soleiðis kunnu vit venda svartskygni til bjartskygni. Og bjartskygni er tað vit føroyingar hava meira tørv á enn nakað annað.