Í framtíðini skulu vit hava eina risastóra høll í havnm sum nøktar allan tørv hjá ítróttinum, men sum eisini kann brúkast til stórar ráðstevnur, stórar framførslur, og annað.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Nú ætlanin er at byggja upp í ítróttarhøllina á Hálsi, segði Hallur Danielsen í Hondbóltssambandinum við Rás2, at býráðið skuldi heldur bygt eina stóra høll, sum tryggjaði ítróttinum í høvuðsstaðnum, men eisini á landsliðum, betri karmar langt inn í framtíðina.
Hann vísti á, at betri karmar eru longu á veg, tí fimleikahøllin í skúlanum á Argjahamri skal útbyggjast til ítróttarhøll í 2016, umframt at ein høll kemur í sambandi við Marknagilsdepilin í 2017 og ein høll í skúlanum á Fløtum í 2019.
Ístaðin fyri byggja høllina á Hálsi út, eiga vit at byggja eina rætta tjóðarhøll og ein ítróttardepil, sum føroyskur ítróttur hungrar eftir, sigur Hallur Danielsen.
Og í gjár segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, við Rás2, at hann er púra samdur.
Men tað er neyðugt at byggja ítróttarhøllina á Hálsi út fyri at nøkta bráneyðuga tørvin, sum er at fáa pláss í ítróttarhøllum.
Men annars er hann samdur í, at vit eiga at fáa eina risa høll, við alskyns hentleikum, eisini einum hotelli til ítróttarfólk.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr borgarstjórin í Havn greiða frá, har hann eisini luftar tankan um at byggja eina høll við rennibreytina við tunli yvir í ítróttarhøllina á Hálsi.