? Vit mugu finna okkara besta spæl

? Hetta er ein sera týdningarmikil dystur fyri okkum, og vit mugu finna okkara besta spæl fram, um vit skulu vinna, sigur íslendski landsliðsvenjarin, Ásgeir Sigurvinsson, sum er besti leikari, íslendingar nakrantíð hava átt

Íslendska landsliðið er brádliga við aftur í bardaganum at koma víðari úr bólki 5 í EM undankappingini.
Tað sá ógvuliga svart út hjá íslendingum móti endanum av dystinum millum Ísland og Føroyar tann 7. juni á Laugardalsvøllinum, men tá Tryggvi Gudmundsson skoraði sigursmálið í seinasta minutti, hevði Ísland aftur møguleikan at gera seg galdandi.
Hetta var fyrsti dysturin hjá íslendska landsliðnum, sum Ásgeir Sigurvinsson og Logi Ólafsson í felag stóðu á odda fyri.
? Okkara leikarar vóru ikki í veruligari dystarvenjing, tá tann dysturin varð leiktur, tí teir flestu høvdu verið í summarfrí í nakrar vikur. Vit spældu ikki serliga væl í tí dystinum, men vit góvust ongantíð, og tað gav úrslit at enda, sigur Ásgeir Sigurvinsson, sum leggur afturat, at hansara menn skuldu havt avgjørt dystin til egnan fyrimun langt áðrenn.

Gongdin vend
Síðan teir báðir Ásgeir Sigurvinsson og Logi Ólafsson fingu ábyrgdina av liðnum, hevur tað gingið strúkandi. Fyrsta megnaðu teir í evstu løtu at vinna á Føroyum, og síðani vunnu teir 3-0 á útivølli ímóti Litava.
Við hesum báðum sigrunum hevur Ísland aftur møguleika at koma víðari, men hvørjar broytingar hava teir báðir gjørt fyri at venda gongdini?
? Vit hava gjørt nógvar broytingar. Vit hava fyrst og fremst broytt taktikk, og vit eisini seta liðið øðrvísi enn áður, greiðir Ásgeir frá.
Fyrr spældi íslendska liðið 4-4-2, men nú er tað broytt til 3-5-2. Tað kann tykjast heldur løgið, at ein venjari velur at fara aftur til 3-5-2, tí at nógv tey flestu liðini spæla 4-4-2 í hesum døgum, men tað hevur riggað væl hjá íslendingum.
? Vit hava eisini broytt alla uppsetingina kring hópin fyri at betra umstøðurnar hjá leikarunum. Tað hevur verið umráðandi hjá okkum at geva leikarunum sjálvsálit aftur, so at teir trúgva uppá seg sjálvar. Vit royna at byggja eina eind og ikki einstaklingar, sigur Ásgeir Sigurvinsson.

Betri leikarar
Tá Ásgeir verður biðin um at samanbera íslendska og føroyska liðið, er hann sera realistiskur.
? Um vit samanbera teir íslendsku og teir føroysku spælararnar, so hava vit betri spælarar. Tó eru vit greiðir um, at tað verður ein sera torførur dystur ímóti Føroyum, sigur íslendski landsliðsvenjarin.
Hann sigur víðari, at fyrr vann Ísland sum oftast lættliga á Føroyum, men hesir dagarnir eru farnir.
? Føroysku landsliðsfótbóltur hevur tikið seg sera nógv fram seinastu árini, serliga síðan Allan Simonsen byrjaði sum venjari, sigur Ásgeir Sigurvinsson. Liðið er væl skipað, og tekniskt eru leikararnir nógv betur fyri enn fyrr.
? Vit vita, at tað er sera torført at vinna í Føroyum. Føroyska liðið skuldi havt vunnið á Skotlandi á Svangaskarði, og tá mann heldur málið reint í 88 minuttir ímóti Týsklandi, ber tað boð um eitt hart arbeiðandi lið, sum vit skulu varða okkum fyri, sigur Ásgeir.

Minnist ikki Føroyar
Ásgeir Sigurvinsson spældi sín fyrsta landsdyst bert seytjan ára gamal ímóti Danmark tann 3. juli í 1972. Danmark vann 5-2 í Reykjavík, og Allan Simonsen spældi eisini sín fyrsta landsdyst hendan dagin.
Níggju dagar seinni, tann 12. juli, spældi Ísland ímóti Føroyum eisini í Reykjavík, og Ásgeir var aftur á liðnum. Hetta var fyrsti landsdystur ímillum Ísland og Føroyar, og íslendingar vunnu dystin 3-0.
Men fyrrverandi íslendski stórspælarin minnist ikki, at hann sjálvur hevur spælt ímóti Føroyum. Tó sigur hann, at eldri bróðir hansara, Ólafur, hevur spælt ímóti Føroyum.
Tá vit spurdu hann um hansara minnir frá dystinum ímóti Føroyum, segði hann seg ongantíð hava spælt ímóti Føroyum. Hann biðjur tó ein av ein av sínum hjálparmonnum um at kanna málið, og tað vit kaga í fótbóltssøguna, vísir tað seg, at Ásgeir var millum teir fyrstu ellivu ímóti Føroyum í 1972.

Meistari í Týsklandi
Árið eftir fór Ásgeir til Belgia sum yrkisleikari. Hann spældi við Standard Liege í átta ár, inntil hann í 1981 varð seldur til týska stórfelagið Bayern München. Har var hann bert í eitt ár og varð seldur til Stuttgart í 1982.
Her var hann í átta kappingarár, til hann legði skógvarnar á hillina í 1990. Ásgeir vann týska meistaraheitið við Stuttgart í 1984, og hann varð valdur til besta leikara í týsku bundesliguni hetta árið. Eisini vann hann UEFA Cup við Stuttgart nøkur ár seinni.
Franz Beckenbauer skal einaferð hava sagt eftir tapið hjá Týsklandi í HM finaluni í 1986 ímóti Argentina, at tað einasta, sum kundi styrkja týska liðið, var at geva Ásgeiri týskan statsborgararætt og fingið hann við á liðið.
Ásgeir Sigurvinsson spældi í tíðarskeiðinum frá 1972 til 1989 tilsamans 45 landsdystir og skoraði fimm mál fyri Ísland. Sjey ferðir var hann liðformaður á landsliðnum. Harumframt hevur hann spælt sjey dystir og skotið fýra mál á U-19 landsliðnum.

Møguleikin er har
? Fólk í Íslandi eru sera spent um hendan dystin. Vit hava møguleikan at leggja okkum á odda í bólkinum við einum sigri, og tí hevur hann alstóran týdning fyri okkum, sigur Ásgeir Sigurvinsson.
Ísland hevur ein møguleika at koma víðari, men íslendingar hava enn ikki møtt Týsklandi, og tveir teir seinastu dystirnir eru ímóti varaheimsmeistarunum. Skotland hevur hinvegin Føroyar og Litava á heimavølli og Týskland á útivølli í trimum teimum seinastu dystunum.
? Vit mugu bara konsentrera okkum hendan dystin fyrst og fremt. Mínir spælarar vilja ikki vera við á tí fyrsta íslendska landsliðnum, sum tapir ímóti Føroyum. Vinna vit á Føroyum, kunnu vit fara at hugsa um Týskland, sigur venjarin.
Ísland skal í veruleikanum hava trý stig fyri at hava nakrar vónir um at koma víðari, og tí liggur trýstið á íslendingum.
Tveir lyklaspælarar hava í seinastuni lagt skógvarnar á hillina. Teir eru Gudni Bergsson, sum spældi við Bolton, og Eyjólfur Sverrison, ið spældi við Hertha Berlin. Bergsson spældi við ímóti Føroyum í fyrra dystinum, og hansara seinasti dystur á landsliðnum var ímóti Litava. Landsliðvenjarin slær fast, at tað verður torført at seta nýggjar spælarar við, sum kunnu lyfta arvin eftir so royndar leikarar.
Ikki kann sigast annað enn at hagtølini tala fyri einum íslendskum sigri. Føroyar og Ísland hava spælt 19 dystir, tíggju í Íslandi og níggju í Føroyum. Átjan ferðir hevur Ísland vunnið, og ein dystur endaði við javnleiki. Tað var í 1984, tá liðini spældu ein málleysan javnleik. Málúrtøkan hjá Íslandi í dystunum ímóti Føroyum er 61-10.