Ingrid S. Henriksen
????????????????
Hin 24. oktober 2006 viðgjørdi løgtingið uppskot hjá Javnstøðunevndini og nevndini, sum skal virka fyri størri kvinnuleikluti í politikki. Í uppskotinum varð lagt upp til, at tingmenn skulu víkja sætið á Løgtinginum í nakrar dagar um árið og lata kvinnuligar varalimir koma á ting hesar dagarnar at royna at skapa betri javnstøðu á løgtingi.
Uppskotið vakti rættiliga øsing og bangilsi millum fleiri tingmenn og kann ikki væntast at tingmenn, ið eru bangnir fyri øktari kvinnuligari luttøku í landspolitiskum høpi góðviljað fara at virka fyri øktum kvinnuleikluti á tingi.
Onkur glotti var tó, Bill Justinussen, úr Miðflokkinum, var rættiliga konstruktivur, tá umræður øktum kvinnuleikluti í politikki og hann nevndi - helst eftir útlendskari fyrimynd - at til hvørt løg-tingsval kann veljarin atkvøða fyri einari kvinnu og einum manni.
Úttalilsið hjá Bill Justinussen um at velja ein mann og eina kvinnu til hvørt val, er dømi um ný-hugsan og nýbrot tá umræður økta javnstøðu í sambandi við politiskt arbeiði og kundi slíkt uppskot fingið avgerandi og positiva ávirkan á støðuna hjá kvinnum í landspolitiskum høpi – um so er tað varð sett í verk.
Kjakið í løgtinginum um øktan kvinnuleiklut í politikki og støðan hjá Bjarna Djurholm, lands-stýrismanni í javnstøðumálum til sama mál, vísir at mótstøðan hjá ávísum løgtingslimum og hjá landsstýrismanninum í javnstøðumálum, móti øktum kvinnuleikluti í landspolitikki, er stór.
Sostatt er ikki væntandi, at uppskot hvørs endamál er, at fáa fleiri kvinnur á ting fer at koma frá løgtinginum ella frá landsstýrismanninum í javnstøðumálum. Tískil er tað neyðugt at bólkar uttan-fyri tinggátt streingja á løgmann og politisku skipanina annars, at fáa uppskot lagt á tingborð um broyting av løgtingsvallógini. Uppskot, ið er soleiðis háttað, at kvinnur fáa størri møguleika at luttaka í landspolitikki. (sambært § 1 og § 15 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya, kann løgmaður seta fram uppskot til løgtingslóg um broyting av løgtingsvallógini, soleiðis at vit í Føroyum fáa eitt meira javnt býtið av løgtingssessum millum kvinnur og menn).
Vit her í Føroyum eins og ST vita at sera illa stendur til viðv. kvinnuluttøku í landspolitikki í Føroyum. Á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum verður upplýst at javnstøðustovnur undir ST vísir á, at tá umræður javnstøðu millum menn og kvinnur er støðan ikki nøktandi í Føroyum. ST er kunnað um at einans 10% av løgtingslimunum eru kvinnur og at ongin kvinna hevur sæti í Lands-stýrinum.
Alt bendir á, at neyðugt er at broyta Løgtingsvallógina, hetta soleiðis at møguleikin at fáa fleiri kvinnur á løgting verður størri.
-------------
UPPSKOT: viðv. broyting av løgtingsvallógini anno 2006
Uppskot, ið hevði sum endamál at tryggja eitt meira javnt býti av tingsessunum millum menn og kvinnur, kundi innihaldsliga verið á leið soleiðis:
Verandi valdømi verða varðveitt.
Nýggj vallóg eigur at tryggja, at bæði kyn verða stillað javnt í sambandi við uppstilling til løg-tingsval.
Hetta kann t.d. tryggjast við at hava áseting í vallógini, ið sigur, at talið á monnum og kvinnum, ið stilla upp til løgtingsval, skal vera eins stórt ella á leið eins stórt t.v.s. (50/50) ella (40/60).
Tað vil siga, at sama ella á leið sama tal av kvinnum og monnum skulu vera umboðað á vallistunum til løgtingsval.
Reglur annars:
§ 24 3. stk. í Løgtingsvallógini verður broytt soleiðis:
...veljarin setur kross annaðhvørt fyri tí lista, hann ætlar at velja, ella fyri tveimum av valevnunum á hesum sama lista, einum manni og einari kvinnu. Veljarin setur kross við tann av hesum báðum, hann velur sum fyrstvaldan og kross við tann av hesum báðum hann velur sum næstvaldan.
Vallisti #Listinset X fyri fyrstvalda og X fyri næstvalda valevninumAnfinn Jacobsen fyrst vald/urnæst vald/urHeidi Hansenfyrst vald/urnæst vald/urJóanes Petersenfyrst vald/urnæst vald/urLisbet Johannesenfyrst vald/urnæst vald/ur
Hvør atkvøða fyri listanum telur 1 og skula hesar atkvøður lutast eins millum øll valevnini, sum fáa persónligar atkvøður, á avvarandi lista.
Hvør atkvøða sum fyrstvald/ur telur 1,1, meðan hvør atkvøða sum næstvald/ur telur 1
DØMI: vallisti #
NAVNFyrst vald/ur/stigtilsamansNæst vald/ur/stigTilsamans atkvøður/stig
TilsamansAnfinn Jacobsen250 x 1,1= 275 30 x 1 =30305Heidi Hansen 30 x 1,1= 33240 x 1 =240273Jóanes Petersen 30 x 1,1= 33 20 x 1 =2053Lisbet Johannesen 10 x 1,1= 11 50 x 1 =5061
Hetta dømi vísir: at Anfinn Jacobsen hevði verði fyrstvaldur og Heidi Hansen hevði verði næstvald. Slík skipan hevði borgað fyri, at kvinnur fingu betri møguleika at verða valdar á Føroya Løgting.
Uppskotið leggur upp til, at politisku flokkarnir skulu syrgja fyri at stilla upp bæði menn og kvinnur í sambandi við løgtingsval. Uppskotið leggur harumframt upp til, at veljararnir venja seg við at javntstilla menn og kvinnur tá umræður politiska umboðan og venja seg at velja bæði menn og kvinnur at sita fyri leiðslu landsins.
Slík broyting av løgtingsvallógini hevði harumframt verið í trá við Løgtingslóg nr. 52 um javnstøðu millum kvinnur og menn frá 03.05.1994, har tað í 1. parti § 1. stk. 2 verður staðfest, at tað stríðir ikki móti hesi lóg, at tryggjað verður øðrum kyninum serlig rættindi, tá hesi ætlast at náa endamáli lógarinnar.
Í javnstøðulógini verður í § 1. stk. 2 viðv. endamáli lógarinnar sagt:
§ 1. Henda lóg hevur til endamáls at beina burtur allan mismun vegna kyn.
Í Stk. 2. stendur: tað stríðir kortini ikki móti hesi lóg, at tryggjað verður øðrum kyninum serlig rættindi, tá ið hesi ætlast at náa endamáli lógarinnar. (positiv diskriminatión) ?
Eins treytir at stilla upp
Politiskir flokkar skulu bera kostnaðin av valstríðnum og eigur ikki at vera loyvt einstaklingum at fíggja valstríð úr egnum lumma – hetta til frama fyri eitt breitt fólkaræði og soleiðis at øll valevni fáa møguleika at stilla upp til somu treytir.
Verður slík broyting av løgtingsvallógini framd í verki, verður meiri javnstøða á tingi og vit fáa óivað eitt betri og meira fjølbroytt arbeiðslag í løgtinginum, har áhugamál og evni hjá bæði monnum og kvinnum fáa rúmd - hetta til gagns fyri alt Føroya fólk.
Tórshavn, hin 29. oktober 2006