Vit mugu eta fleiri tablettir

Bæði sálarlæknin og kommunulækin halda, at føroyingar eta ov lítið av heilivági fyri tunglyndi. Lágu hagtølini fyri sonevndu eydnutablettirnar, eru ikki gott tekin.

Kommunulæknarnir hava endliga tikið seg um reiggj og geva fleiri sjúklingum heilivág móti tunglyndi. Nú kvinkast tablettnýtslan rættan veg - nevnliga uppeftir.
Kann ljóða, sum ein andsøgn, at føroyingar nú eta fleiri tablettir móti tunglyndi, men læknar halda tað vera misskild gleði, at frøðast um minkandi nýtslu av hesum heilivági.
Tormóður Stórá, sum er ávegis at gerast serlækni í sálarfrøði, heldur at tað er gott tekin, at hagtølini ganga uppeftir, Men tað er ringt tekin, at Føroyar enn ikki eru komin upp á somu tøl, sum grannalondini, tá talan eru um heilivág fyri tunglyndi.

Illgruni um sjúk fólk

Sofus Joensen, sálarlækni og yvirlækni á Psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, heldur, at samlaða nýtslan av sonevndu eydnutablettunum helst er ov lág.
- Hetta gevur okkum illgruna um, at fleiri fólk ganga sjúk úti í samfelagnum. Fólk, sum kundu fingið eitt nógv betur lív.
- Tað er løgið at síggja, at føroyingar brúka so nógv minni av hesum heilivági enn í Íslandi. Antin eru vit nógv frískari ella er eitt stórt misbrúk í Íslandi, heldur Sofus Joensen.

Tikið seg um reiggj

Andor Ellefsen, kommunulækni, frøðist um gongdina. Nýggja medisinið er lættari at handfara, tí eru kommunulæknarnir nú skjótari við geva sjúklingum hesar tablettirnar.
- Kommunulæknarnir hava tikið seg um reiggj. Okkum nýtist ikki at senda sjúklingar við tunglyndi til serfrøðingar, men kunnu geva teimum nýggja medisinið, sigur Andor Ellefsen.
- Hetta er ein útmerkaður útviklingur, at fleiri og fleiri fáa hjálp við "eydnutablettunum", heldur hann.
Hann heldur, at gamli heilivágurin móti tunglyndi virkaði ofta sløvandi, meðan nýggju tablettirnar gera, at persónurin sjálvur fer at virka betur.

Afturhaldandi í Føroyum

Sofus Joensen hevur onga frágreiðing til, hví føroyingar enn eta færri tablettir fyri tunglyndi enn í grannalondunum, men hann ivast í um orsøkin er, at føroyingar hava minni brúk fyri tablettunum.
- Vit brúka tað nógv á Psykiatrisku deild. Tað góða er, at tablettirnar eingi hjáárin hava. Tær eru stórt sæð ófarligar soleiðis at skilja, at sjúklingar ikki kunnu fyribeina sær sjálvum við at eta nógvar. Tað kom fyri við gamla slagnum av heilivági, sigur Sofus Joensen
Hann heldur, at nú er so langt síðani hesar tablettir komu fram, at í dag ber eisini til at siga, at tær ongar langtiðarskaðar hava við sær.
- Í Føroyum eru vit kanska meiri afturhaldandi at fara til læknan fyri tunglyndi. Vit tosa ikki so nógv um tunglyndi. Ella kanska halda vit, at tað er ikki vert at órógva ein kommunulækna við tí. Tað kann vera ein orsøk til, at vit enn liggja undir grannalondunum í nýtsluni av heilivági móti tunglyndi, sigur Sofus Joensen.

Færri sjálvmorð

Tormóður Stóra vísir á, at tað er samanhangur millum vøksturin í brúkinum av "eydnutablettunum" og talið á sjálvmorðum.
- Tað er nógv sum bendir á, at eitt av positivu árinunum í fleiri londum í vesturheiminum hevur verið, at títtleikin av sjálvmorði hevur verið støðugt fallandi meðan nýtslan av hesum heilivági hevur verið vaksandi, sigur Tormóður Stórá.
Sofus Joensen nevnir, at sjálvmorðstølini í Føroyum eru lægri enn í Danmark, men tað kann ikki forklárast við, at vit taka meiri heilivág móti tunglyndi enn danskarar, tí tað gera vit ikki. Hann hevur ilt við at síggja nakra frágreiðing.
- Onkur hevur nevnt, at religiónin kann spæla inn, men tað tori eg ikki at siga nakað um, sigur Sofus Joensen.