Tað hilnaðist væl í fjør. Avbjóðingin í Fuglfirði hevur ofta verið at hóra undir í stríðnum um niðurflyting. Tann støðan íkom ikki í 2010. Als ikki. Evropeisku atgongumerkini hómaðust alt kappingarárið. Fuglfirðingar taptu steypafinaluna, men vunnu seg upp á fjórða plássið á stigatalvuni á seinasta leikdegnum. ÍF hevur ongantíð áður tikið lut í altjóða kappingum, og felagið skal á fyrsta sinni royna seg í Evropa í summar.
Góða úrtøkan síðsta kappingarár setir hægri krøv til hetta kappingarárið. ÍF er nummar sjey í røðini av 10 liðum eftir fimm landskappingardystir. Fuglfirðingar hava skavað sær sjey stig saman higartil.
– Vit hava ikki verið fegnir um úrtøkuna. Fleiri hava spurt, um liðið var betri fyri í fjør, og so víðari. Vit krevja kanska ov nógv av okkum sjálvum. Kanska meira enn gott er, sigur Abraham Løkin. Hann vísir á, at ÍF hevði bara eitt stig meira um hetta mundi í fjør, og tá vóru fuglfirðingar væl nøgdir við úrtøkuna.
Vann greitt
Føroyameistararnir HB royndu at loysa møtumikla uppgávuna á Fløtugerði í Fuglafirði fríggjakvøldið. Tað var líkt til, at reyðu og svørtu havnarmenninir fóru at fáa stig við sær aftur til høvuðsstaðin. Tvey brotsspørk, tá seinna umfarið var hálvrunnið, setti hinvegin fótonglar í vegin fyri HB. Bartal Eliasen fekk mál úr ellivu metrum í tveimum førum. Fyrra brotssparkið vardi Heðin Stenberg, málverji hjá HB, fyri, men Eliasen var fyrstur aftur á bóltinum.
– Eg haldi, vit hava tamarhald á støðuni. Vit spæla okkum hinvegin ikki fram til stórvegis møguleikar. Mótburðurin verður ov tungur hjá teimum, tá vit fáa tvey brotsspørk eftir tveimum minuttum, sigur Abraham Løkin. Bogi Løkin økti um leiðsluna í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. HB spenti álopsbogan seinastu løtuna. Tað gav heimaliðnum meira pláss at spæla á. Stutt fyri leiklok fóru fuglfirðingar í snarálop. Bogi Løkin endaði við at senda í netið.
Aleksandar Jovevic var snúningsdepilin á miðvøllurin. Serbin dugdi væl at flyta bóltin, umframt at hann treiskaðist eftir bóltinum allan dystin.
HB var nógv á bóltinum fyri steðgin. Størsti upplagdi møguleikin var, tá Fróði Benjaminsen slapp at royna seg við brotssparki. Símun Samuelsen varð feldur í brotsteingum.
– Tað hevði broytt støðuna, um Fróði fekk mál. Eitt mál broytir altíð dystirnar. Skotið var gott, men Jákup Mikkelsen vísti, hvat hann er førur fyri, sigur Abraham Løkin.
Botnliðini vitja
ÍF hevur upplagdan møguleika at fáa minst seks stig afturat næstu trý umførini. B71 vitjar í Fuglafirði næsta vikuskifti, og um tvær vikur spælir uppflytarin 07 Vestur í Fløtugerði. Fuglfirðingar skulu á vitjan hjá NSÍ millum hesar dystirnar.
Kravið skal vera minst seks stig næstu tvær vikurnar, um fuglfirðingar framhaldandi skulu varðveita sambandið við ovastu liðini.










