Í løtuni meta vit, at vit hava tamarhald á støðuni. Tað sigur Lars Møller, landslækni. Og tað sigur hann eftir at tað aftur vórðu tríggir tilburðir av korona funnir. Hesar seinastu dagarnar hevur talið ligið um tríggjar, fýra tilburðir um dagin, men tveir dagar um vikuskiftið var eingin tilburður.
Landslæknin sigur, at øll tey smittaðu eru við einari og somu smikkuketu, og tey eru øll smittað í Føroyum. Fleiri av teimum eru fólk, sum longu sita í sóttarhaldi og tey trý, sum vórðu smittað í gjár, vóru øll fólk, sum longu sótu í sóttarhaldi.
Øll, sum eru smittað hesar seinastu dagarnar, hava verið í somu smittuketu. Men hvaðani smittan stavar, vita vit ikki sigur Lars Møller.
Hann sigur, at tað er so skjótt, at smittan kann taka seg upp aftur – og so byrjar alt arbeiðið um aftur. Tí leggur hann stóran dent á, at fólk fylgja tilmælinum um at lata seg kanna aftur tann sætta dagin, tey eru her.
Tað er vónleyst at fáa neyv tøl yvir, hvussu nógv av teimum, sum koma til Føroya, fylgja hesum tilmælinum. Men landslæknin, at tá ið fólk lata seg kanna á sjúkrahúsi, verða tey spurd um hetta, og niðurtøðan er, at umleið ein fjórðingur av teimum, sum koma til Føroya, fylgja tilmælinum um at lata seg kanna umaftur tann sætta dagin.
Men landslæknin sigur, at hetta skal takast við stórum fyrivarni. Nøkur kunnu hava latið seg kannað á privatu kanningarstovuni, Thetis, og nøkur kunnu eisini verið farin av landinum aftur, áðrenn tey hava verið her í seks dagar.
– So í roynd og veru vita vit ikki rættiliga, hvussu nógv fylgja tilmælinum, sigur hann. Men hann leggur dent á, at tey, sum gera tað, gera samfelagnum eina stóra tænastu við at gera tað.