EB/Streymur hevur styrkt sær um verjupartin, og heldur fast um framrættaðu spælararnar. Nú manglar bara at fáa ein mann á miðvøllin afturat.
- Vit leita eftir einum miðvallara, sum kann ganga á odda og leggja hinum lag á. Einum generali. Tú kanst siga, at vit leita eftir einum nýggjum Ronnie Samuelsen, sigur Sigvald Zachariasen brosandi.
Ronnie Samuelsen spældi í síni tíð spældi 183 dystir í bestu deildini fyri EB/Streym og B36. Sambært Faroesoccer, so skoraði hann 33 mál, fekk 40 gul kort og 5 reyð kort.
Tað hevur í seinastuni ljóðað, at Hallur Hansson er á veg aftur til føroyskan fótbólt. Eitt av feløgunum, sum kundi hugsast at havt áhuga í landsliðsmiðvallaranum er EB/Streymur.
- Vit hava ikki verið í samband við hann, men tað er ongin ivi um, at tað er ein spenanndi spælari og hann skal verða vælkomin at seta seg í samband við okkum, sigur Sigvald Zachariasen.
EB/Streymur hevur fingið tilgongd av Pól Jóhannus Justinussen og Jóans Tór Næs til komandi kappingarár, meðan Levi Hanssen(HB) og Pætur Dam Jacobsen(Skála) eru farnir til onnur feløg.
- Vit hava eyguni eftir trimum spælarum í løtuni, sum vit meta passa til handan leiklutin. Tveir her heima og ein uttanfyri Føroyar, sigur formaðurin hjá EB/Streymi.
Høgni Madsen kann spæla ein leiklut
Høgni Madsen er fluttur av landinum í útbúgvingarørindum, men hann er opin fyri at spæla í føroyskum fótbólti komandi kappingarár. Miðvallarin hevur møguleika at verða heima ein part av árinum, og tað hevur styrkt hugan at koma heim at spæla.
- Eg havi ikki tosað beinleiðis við nakað felag, men eg fái lesiferiu longu 5. maj og havi summarferiu fram til 1. septembur. So havi eg hugsa tankan at spæla meðan eg eri heima, sigur Høgni Madsen, sum seinnu árini hevur spælt við ÍF, umframt at roynt seg í maltesiskum fótbólti.
Høgni kundi verið ein av teimum, sum EB/Streymur hevur eyguni eftir.