Tað er framvegis neyðugt at minna øll á, at tað, vit hava vunnið, kunnu vit skjótt missa aftur.
Tað sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Fríggjadagin er 1. mai, og tað er dagurin, sum er lýstur at vera altjóða arbeiðaradagin. Eisini í Føroyum verður dagurin hildin og fyribils hava vit frætt um hátíðarhald á Tvøroyri og í Havn.
Tað er ikki óvæntað, at hátíðarhald verður í Havn, tí tað hevur tað verið hvørt ár í óminniligar tíðir.
Hans Joensen sigur, at hátíðarhaldið í Havn verður á Vaglinum klokkan 14, 30 og har fer Havnar Hornorkestur at spæla, men eisini Kári P. fer at syngja nakrar sangir.
Fýra røðrarar verða á Vaglinum, og teir eru John á Reyni, sum arbeiðir hjá Balslev, Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, Jóan Carl Dam, nevndarlimur í Havnar Arbeiðsmannafelag og Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Havn.
Á Tvøroyri fara tey at halda altjóða arbeiðaradagin í miðbýnum klokkan 16 og har fara Jóanes Nielsen og Sonja Jógvansdóttir at røða, og Tvøroyrar Hornorkestur fer at apæla.
Aftaná verður farið inn á Seglloftið, har kjakfundur verður um arbeiðsmarknaðarviðurskifti og týdningin av fakfeløgum.
Við pallborðið sita Marner Lisberg, vinnulívsmaður á Tvøroyri, Bergur P. Dam, hagfrøðingur, Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum og Sonja Jógvansdóttir, í Samtak.
- Eg haldi, at tað framvegis er neyðugt, at skipa fyri 1. maidagshaldið og at vísa á arbeiðaradagin, sigur Hans Joensen.
Hann sigur, at vit eiga støðugt at minna á, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit halda fast um tey rættindini, verkamannafjøldin hevur vunnið.
- Hava vit tann hugburð, at tað er óneyðugt at minna á hetta, doyggja feløgini, og so kann verða so skjótt, at tað fer at vera máað burtur av teimum rættindum, vit hava, ikki minst rættin til eina ávísa minstuløn fyri okkara arbeiði, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag.