Mín fatan er, at tá tosa verður um tað almenna, so verður bara hugt eftir tølunum á botnlinjuni, meðan menniskjuni, sum finnast í almannaverkinum vera gloymd. Tá hugsi eg bæði um tey menniskju, sum eru brúkara av almennum skipanum og tey menniskju, sum veita fakligar tænastur. Innan tað almenna finnast ergoterapeutar, lærarar, heilsurøktarar, pedagogar, sjúkrarøktarfrøðingar, heimahjálpir, og eg kundi hildið áfram. Hetta eru menniskju sum veita øðrum menniskjum umsorgan og menning.
Vit skulu vera takksom fyri, at vit hava vælútbúgvin fólk, sum ynskja at átaka sær hesar uppgávur, sum eitt vælvirkandi vælferðarsamfelag hevur tørv á. Hetta mugu vit hava í huga, tá vit fara í gongd við at tosa um sparingar innan tað almenna.
Vit mugu raðfesta hvørjar almennar tænastur vit ynskja at varðveita í samfelagnum, og hvør dygdin skal vera. Vit eiga avgjørt at hyggja at almenna bygnaðinum hjá okkum, og vita um vit kunnu fáa brúkt orkuna betri.
Sum fyrrverandi fakfelagsformaður í størsta almenna fakfelag í Føroyum veit eg hvussu týdningarmikið tað at vit hava fakligu fólkini við heilt frá byrjan, tí tey kenna sítt fakøki best. Sum menniskju kunnu vit skapa eina framtíð í felag!
Á Løgtingi fari eg at virka fyri at Føroyar vera eitt opið og ábyrgdarfult samfelag, sum rúmar og viðurkennir menniskju!
Øll skulu hava tað gott!