Vit kunnu øll at renna dyst

Nakrir av luttakarunum á norðurlendsku leguni fyri rørslu- og menningartarnað, sum er í Føroyum í hesum døgum, kappaðust hósmorgunin í fræslum ítrótti á Svangaskarði

Svangaskarður: Hóast veðrið ikki var av tí allarbesta hósmorgunin, so møttu luttakararnir, sum skuldu kappast í fræslum ítrótti fjølmentir upp á Svangaskarði. Regn og vindur var, men hetta tóktist ikki at nerva tey, tí tey vóru væl ílætin í regnklæðum og húgvum, so har var lag á manni at kappast.
Tað vóru børn frá norðurlendsku leguni fyri rørslu- og menningartarnað, sum høvdu leitað sær inn í Eysturoynna hósmorgunin. Legan byrjaði fríggjadagin í seinastu viku, og seinastu dagarnar hava fleiri kappingar verið á skránni.

Gott lag

Lagið var ógvuliga gott á teimum nógvu luttakarunum. Nøkur tosaðu føroyskt, onnur íslendskt og norskt, svenskt og danskt var eisini at hoyra.
Fleiri hjálparfólk vóru eisini við, og tá klokkan nærkaðist hálvgum tíggju vóru tey um at vera klár at byrja. Lagt varð út við at hita upp. Tað hoyrir til hjá einum og hvørjum ítróttarfólki, og á Svangaskarði stóðu tey ikki nakað aftanfyri okkara mætastu ítróttarfólk. Hjá onkrum skuldi lag leggjast á, og skjótt høvdu tey flestu runnið seg heit, meðan onnur høvdu hoppað eitt sindur.
Byrjað varð við 100 metra renning. Talan var um seks sokallað heat, har millum fimm og seks vóru í hvørjum heati. Og so skjótt floytan hevði ljóðað, so varð lagt til brots. Tað var skjótt, at tey fyrstu heatini vórðu avgreidd.
Seinni út á fyrrapartin varð kappast í kúluvarpi, slalom fyri tey í koyristóli, Longdarlopi, 400 metra renning og bóltkasti.
Luttakararnir høvdu matpakka við, og høvdu tey høvi at fara inn í B68 húsi at bíða, meðan kappingarnar vóru.
Men tað var ikki bara í frælsum ítrótti, at kappast varð. Borðtennis, svimjing og boccia var eisini kappast í, men hetta fór ikki fram á Svangaskarði, men í Hoyvík.
Legan fyri rørslu- og menningartarnað hevur verið í eina viku, og hon endar í dag, fríggjadag. Hon verður hildin á øðrum hvørjum ári í teimum ymsu norðanlondunum, og er hetta aðru ferð, at hon verður hildin í Føroyum. Eini 120 luttakarar eru við á leguni.