Flogvøllur
At byggja ein flogvøll afturat í Føroyum, er tað sama sum at blaka eina heila milliard burtur til onga nyttu.
Tað heldur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin í Vágoy.
Hóast landsstýrið hevur samtykt at leinjha flogvøllin í Vágum, verður framvegis tosað um, at tað er neyðugt at hava eina alternativan flogvøll.
Men fólkafloksmaðurin úr Vágum sigur, at hann enn hevur ikki enn hoyrt eina einastu skila góða orsøk fyri at byggja ein flogvøll afturat.
- Skal eg hugsa lokalpolitiskt, hevur vøllurin í Vágum sera stóran týdning fyri búskapin í økinum, tí har eru so nógv arbeiðspláss. Hann er ein so týðandi partur av lívsgrundarlagnum, at verður hann fluttur, hevði tað verið ein búskaparligur sorgarleikur fyri Vágar.
- Men skal eg sleppa lokalpolitikkinum, dugi eg kortini ikki at síggja nakra sum helst grundgeving fyri at byggja ein flogvøll afturat.
- Flogvøllurin í Vágum hevur ein regularitet upp á 98%. Grundgevingin fyri at byggja ein vøll afturat, kann bara vera at fáa tey írestandi 2%.
- Men í Føroyum ber neyvan til at fáa ein hægri regularitet enn vit hava nú. So tey, sum vilja byggja ein flogvøll afturat, eru sostatt sinnað at brúka eina milliard, uttan at fáa ein regularitet, sum er bertri enn hann er nú.
Vøllurin í Vágum nøktar framtíðartørvin
Jørgen Niclasen sigur, at tað verður ikki vil hansara atkvøðu, at vit brúka eina milliard til onga sum helst nyttu.
Men hvat sigur tú, skuldi tað hent, at ein samgonga, sum fólkaflokkurin við tær í, ger av at byggja ein nýggjan flogvøll.
- Skal ein nýggjur flogvøllur byggjast, skulu vit hava sakligar orsøkir fyri tí og tær havi eg ikki sæð enn.
- At seta hóttanir fram sømir seg ikki, men eg ivist ikki í, at vit hava ábyrgdarfullar politikarar í Føroyum, eisini um 10 ár, sum ikki eru sinnaðir at brúka eina milliard, uttan at fáa nakað afturfyri.
- Tað verður áhugavert at hoyra politikarar grundgeva fyri at longja vøllin í Vágum til 1600 metrar, tí tað nøktar okkara tørv men samstundis sum teir grundgeva fyri at at vit mugu hava ein nýggjan vøll.
Jørgen Niclasen staðfestir, at tá ið vøllurin í Vágum, er longdur upp í 1600 metrar, klárar hann at nøkta okkara tørv. Og verður tað neyðugt, kann hann eisini leingjast upp í 1800 metrar.
Hann vísir eisini á, at ein grundgeving fyri at gera ein annan flogvøll, er, at so kunnu vit útflyta fisk av landinum. Men tað kunnu vit eisini við einum longdum vølli í Vágum.
Hann minnir eisini á, at í hansara tíð sum landsstýrismaður, vár ein hálv millión av til stuðul til tey, sum vildu flyta fisk út við flogfari. Men tíansheldur fór peningurin aftur í landskassan, tí ongin tók av og flutti fisk út við flogførum.