Vit kunnu!! dømi: "Densuddhi" til Malaysia

Seinastu tveir dagarnar hevur oljuráðstevna verið í Norðurlandahúsinum, við útlendskum og føroyskum framløgum.

 

Uni Danielsen

Valevni Fólkafloksins

Endamálið við ráðstevnuni var m.a. at minna oljufeløgunum á hvørjar treytirnar eru fyri at arbeiða í Føroyum, og at fáa at vita frá oljufeløgunum hvørjar ætlanir tey hava, so føroysk vinna kann brynja seg til hesa vinnu. Eisini var ætlanin at fáa at vita, hvussu oljufeløgini fara at taka føroyska vinnulívið við í sínum arbeiði.

Oljulóggávan setir tey krøv, at flutningur til oljuvinnuna av góðsi og fólki skal fara um føroyskan kajkant ella føroyska floghavn. Ofta verður ført fram at hetta kemur at dýrka framleiðsluna hjá oljufeløgunum, og soleiðis er tað uttan iva í mongun førum. Men tað skal ikki gerast til ein generellur holdningur ar tað blívur dýrari av tí grund. Allarbesta dømi um at tað ikki er so, er "Densuddhi", umhvørvisskip til Malaysia, "Sisak 2", 3 og 4, politibátar til Grønlands, "Højestene" ferja til Svendborg. Øll hesi skip, har Skipasmiðjan í harðari kapping við aðrar skipasmiðjur megnaði at levera til kappingarførar prísir, hóast tað at fjarstøðan er sum hon er. Hetta kann einans lata seg gera við góðum arbeiðsfólki, góðari leiðslu og eina trúgv uppá at vit kunnu.

Sjálvt um hetta er valgrein til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu, kann eg ikki lata vera við at nevna onnur dømir m.a. El-Service á Skála sum hevur arbeiðir í Danmark, Vietnam, Bangla Desh. Nýliga hoyrdu vit um Hydro Tech sum er í ferð við at byggja tveir alibátar til Skotlands. Onnur dømir eru aliútgerð úr Fuglafirði til Chile og proviantering av skipum í Hirtshals úr Føroyum. Og sjálvsagt ikki at gloyma allur tann fiskireiðskapur sum verður útfluttur. Tað er als IKKI nøkur sjálvfylgja, at fjarstøðan er ein prís- og kappingarforðan.

Tað sum kommunan kann gera fyri at vit framhaldandi kunnu vera kappingarfør er, at skapa góðar vinnukarmar fyri vinnlívið at arbeiða undir.